AIS vørur

17. Jan 2012

AIS loysnir til Skip og land. ...

les meir

Myndakapping

13. Jan 2012

So er myndakappingin hjá Vikmar liðug og vinnarin er funnin.

les meir

Gomul tíðindir

21. Jan 2011

Tíðindir frá gomlu heimasíðuni hjá Vikmar

les meir

Fiskikort

28. Des 1900

Fiskikort, plottarir og fiskileitiðútgerð.

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo