SeaXpert
09. Nov 2012
SeaXpert er nýggj plottaraskipan, sum samstundis er avloysarin fyri tær kendu skipanar frá Sodena so sum Turbo 2000, EasyWin, TurboWin og Turbo 3000.
SeaXpert er nýggj plottaraskipan, sum samstundis er avloysarin fyri tær kendu skipanar frá Sodena so sum Turbo 2000, EasyWin, TurboWin og Turbo 3000.
SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012
Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.
Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna.
Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið.
- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.