Vinnuhúsið Vestara Vág veruleikið
28. Aug 2013
...
Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.
Vælumtókta trol eyga hjá Marport fæst nú eisini í einari “light” útgávu!
Og til ein óhoyrdan prís, sum aldrin áður er sæddur fyri eitt trol eyga.
Marport vitjar Vikmar.
Leygardagin 23 februar frá kl 10 til 16 verða umboð fyri Marport at hitta hjá Vikmar
Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna.
Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið.
- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.