Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar

18. Mar 2024

Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar. Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum! Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip. ...

les meir

Starlink Internet eisini til brúk á landi.

07. Mar 2024

Starlink Internet eisini til brúk á landi. Vikmar veitir eisini Starlink Internet til Virkir, Stovnar, kommunir o.a. Starlink er sera vælegnað sum bakup til verðvandið Internet og vil tryggja gott Internet samband um t.d. kaðalar til Føroyar skuldi haft brek ella anna. ...

les meir

LiDAR og fleiri strála ekkólodd.

29. Feb 2024

LiDAR og fleiri strála ekkólodd Her síggja vit eitt dæmi, har man brúkar LiDAR (lasar) og fleiri strála ekkólodd samstundis. LiDAR er púra vanligt at brúka til ymiskar uppmátingar í dag og verður hetta t.d. eisini standard í teimum størri iPhone modellinum og...

les meir

Samson eisini Starlink Internet frá Vikmar

29. Feb 2024

Samson eisni Starlink internet frá Vikmar.Hetta tryggjar Samson skjótt og gott Internet samband um teir fara út um GSM dekning.Tað er sera skjótt og einfalt at aktiverða Starlink tá tørvir er á hesum og nýtist hetta tí bert at verða virkið teir ein hevur tørv...

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo