Fagraberg eisini Starlink Internet frá Vikmar

21. Mai 2024

Fagraberg velur eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink fær manning atgongd til sera skjótt Internet.Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ka sum er “flat rate” InternetTilsamans gevur hetta sera gott Internet samband og við tveimum ymiskum Internet skipanum tryggjar hetta skipinum Internet samband til manning...

les meir

Jógvan I eisini Starlink Internet frá Vikmar.

07. Mai 2024

Jógvan I eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum!Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip.Starlink er nýggjasta fylgisveina tænastan...

les meir

Kortlegging av fiski við SeapiX ekkóloddi.

30. Apr 2024

Kortlegging av fiski við SeapiX ekkóloddi. Video frá roynd við SeapiX 3D multibeam ekkóloddi at kortleggja Brisling og annan fisk. SeapiX ekkóloddi er í ser klassa tá tað kemur til at kortleggja fisk, men samstundis kortleggur SeapiX eisini bæði botn og botnslag. ...

les meir

Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex

04. Apr 2024

Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex!

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo


0.00 does not include shipping & tax