Her siglur Bakur á Eystnes
02. Apr 2014
Her siglur Bakur á Eystnes
Replay frá AIS skipanini hjá Vikmar
Her siglur Bakur á Eystnes
Replay frá AIS skipanini hjá Vikmar
Nýtt streymlogg frá JRC
Sera áhugaverdir egileikar í mun til onnur streymlogg á marknaðinum.
Afturmeldingar frá brúkarum eru sera góðar :-)
Klakkur velur Viknet loystn frá Vikmar sum umfatar samskiftisútgerð og útgerð til fylgisveina sjónvarp.
Hetta er samstundis nýggja Generatión 2 SeapiX útgávan, sum er ein umfatandið uppstigan av vælumtóktu undanfarnu útgávuni av SeapiX.
Seapix er eitt tað mest framkomna multibeam ekkóloddi á marknaðinum.
Royndir til makrel fiskarí hava veri sera góðar og í nýggjastu útgávuni eru funktiónir sum gera SeapiX m.a. eisini sera væl egna til botn troling.
SeapiX teknar botnin sera neyvt við heili 120 gradum tvørskips og aftur og framm. Hetta gevur brúkarinum sera neyvar uppmátingar av botni, sum ikki eru sæddar áður á fiskiskipið.
Eisini skrásetur SeapiX sera neyvt fisk, baði uppí í sjónum og tætt at botni.
Samstundis sum biomassa veður máld, so brúkarin kann sýggja hvat slagi av fiski er.
Hetta er møguligt tí SeapiX hevur heilar tvær ferð 256 botnar, ið hava eina strálubreidd uppá einans 1.5 grad hvør og at ekkóloddið brúkar nýggjastu tøknina á marknaðinum.
Botnanir kunnu eisini stýrast elekrtoniskt, so tilber eisini at hyggja framm eftir ella til síðurnar.
Ekkóloddi er eisini framtíðar tryggja við dagføringum av forritið, ið gevur brúkaranum betringar og nýggjar funktiónir, sum verða mentar í tættum samstarvið við brúkaran.