Ango veltir eisini SeapiX multibeam ekkólodd frá Vikmar

Hetta er samstundis nýggja Generatión 2 SeapiX útgávan, sum er ein umfatandið uppstigan av vælumtóktu undanfarnu útgávuni av SeapiX.


Seapix er eitt tað mest framkomna multibeam ekkóloddi á marknaðinum.

Royndir til makrel fiskarí hava veri sera góðar og í nýggjastu útgávuni eru funktiónir sum gera SeapiX m.a. eisini sera væl egna til botn troling.

SeapiX teknar botnin sera neyvt við heili 120 gradum tvørskips og aftur og framm. Hetta gevur brúkarinum sera neyvar uppmátingar av botni, sum ikki eru sæddar áður á fiskiskipið.

Eisini skrásetur SeapiX sera neyvt fisk, baði uppí í sjónum og tætt at botni.

Samstundis sum biomassa veður máld, so brúkarin kann sýggja hvat slagi av fiski er.

Hetta er møguligt tí SeapiX hevur heilar tvær ferð 256 botnar, ið hava eina strálubreidd uppá einans 1.5 grad hvør og at ekkóloddið brúkar nýggjastu tøknina á marknaðinum.

Botnanir kunnu eisini stýrast elekrtoniskt, so tilber eisini at hyggja framm eftir ella til síðurnar.

Ekkóloddi er eisini framtíðar tryggja við dagføringum av forritið, ið gevur brúkaranum betringar og nýggjar funktiónir, sum verða mentar í tættum samstarvið við brúkaran.

Les meir um SeapiX her...