OPIÐ HÚS

07. Jul 2014

OPIÐ HÚS
Í samband við at Vikmar flytur í egnan bygning í R. C. Effersøesgøtu 22, hava vit opið hús fríggjadagin 11/07 frá kl 15 til 18

les meir

Vikmar lækkar Viknet Internet prísirnar.

09. Apr 2014

Vikmar lækkar Viknet Internet prísirnar.
Prís lækkingin er úr 3,5% og uppí heili 14% á ávísum data pakka.

les meir

Búgvin velur Marport

07. Apr 2014

Búgvin velur Marport pakka frá Vikmar.

les meir

Polar Princess velur útgerð frá Vikmar

04. Apr 2014

Polar Princess velur útgerð frá Vikmar

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo