Olga Maria velur nýggja Marport M3

15. Jan 2015

Olga Maria velur nýggja Marport M3 móttakaran.

les meir

Gleðilig Jól

24. Des 2014

Vit á Vikmar, ynskja viðskiftafólki, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól

les meir

Marport M3 - Nýggjur móttakari frá Marport

27. Nov 2014

Marport M3
Serliga ætlaður minni trolarum.

les meir

SeapiX til nót

23. Sep 2014

SeapiX til nót.
Nýggj útgáva av SeapiX til nót.

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo