Gleðilig Jól

24. Des 2014

Vit á Vikmar, ynskja viðskiftafólki, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól

les meir

Marport M3 - Nýggjur móttakari frá Marport

27. Nov 2014

Marport M3
Serliga ætlaður minni trolarum.

les meir

SeapiX til nót

23. Sep 2014

SeapiX til nót.
Nýggj útgáva av SeapiX til nót.

les meir

Teknikari

29. Aug 2014

Teknikari.
Kundi tú hugsa tær at arbeitt við nýggjastu tøknini til skip?

les meir

Í ovari parti av myndini er Marport Trol eyga, sum situr á høðu línini.





Í niðari parti av myndini síggja vit nýggja TE/Nøgd sensorin, sum situr beint aftan fyri ristina.





Arctic Viking fyrsti Føroyski trolarin við nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport

Arctic Viking fyrsti Føroyski trolarin við nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport

Nýggi Marport TE/Nøgd sensorurin, er ein nøgdar sensor sum hevur innbygt Trol eyga, og fæst eisini við dýpi, hita og vinkul funktión sum tilhoyr.

Hetta er ein sera spennandið nýggjur sensor, m.a. tí støddin er tann sama sum á einum vanligum nøgdar sensor, og tí at trol eyga sum er í hesum sensori hevur ein frekvens uppá 360kHz.
Tey vanligu Trol eyguni frá Marport hava ein frekvens uppá 165kHz

Við m.a. hesum sera høga frekvensi, ger hetta Trol eyga sera væl egna at seta ymiska staðni á trolinum, har ikki vanligt er at hava trol eygu.

Hesin sensor er sera væl egna'ur at brúka sum botn kontakt sensor, har han verður monteraður á fiski línuna, og kann harvið vísa hvussu fast ella leyst grunnurin gongur at botni.

Eisini ber til at hava han á posanum, og vísa royndir frá m.a. Arctic Viking, at her sæst undir netið á posanum og botnur sera gott, og tá posin fyllist, kemur posin nærri botni.

TE/Nøgd sensorurin kann eisini setast aftan fyri ristina.
Á myndini omanfyri sýggja vit Marport Trol eyga sum situr á høðu línunu, og rækjur sum ganga inn í troli.
Á somu mynd, undir Trol eyganum, síggja vit nýggja TE/Nøgd sum situr eftir ristina.

Hesin nýggji sensorurin er við til at geva upplýsningar um trol og fisk, sum ikki hevur verði møguligt áður.






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo