Hvítanes velur eisini Viknet Internet og Sjónvarp

21. Okt 2015

Hvítanes velur eisini Viknet Internet og Sjónvarp

les meir

Eystnes velur eisini Viknet Internet og Sjónvarp

21. Okt 2015

Eystnes velur eisini Viknet Internet og Sjónvarp

les meir

Vikmar umboð fyri SeapiX í Grønlandi

30. Sep 2015

Vikmar umboð fyri SeapiX í Grønlandi.

les meir

Vikmar søkir teknikara

19. Aug 2015

Teknikari Kundi tú hugsa tær at arbeitt við nýggjastu tøknini til skip?Søkt verður eftir teknikara at byrja skjótast tilber.Vikmar søkir eftir teknikara til navigatión, fiskileiti og samskiftisútgerð.Arbeiði umfatar m.a. installatón og service av útgerð og tænastum sum Vikmar selur.Starvsøkið eri í stórari menning og...

les meir

Í ovari parti av myndini er Marport Trol eyga, sum situr á høðu línini.





Í niðari parti av myndini síggja vit nýggja TE/Nøgd sensorin, sum situr beint aftan fyri ristina.





Arctic Viking fyrsti Føroyski trolarin við nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport

Arctic Viking fyrsti Føroyski trolarin við nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport

Nýggi Marport TE/Nøgd sensorurin, er ein nøgdar sensor sum hevur innbygt Trol eyga, og fæst eisini við dýpi, hita og vinkul funktión sum tilhoyr.

Hetta er ein sera spennandið nýggjur sensor, m.a. tí støddin er tann sama sum á einum vanligum nøgdar sensor, og tí at trol eyga sum er í hesum sensori hevur ein frekvens uppá 360kHz.
Tey vanligu Trol eyguni frá Marport hava ein frekvens uppá 165kHz

Við m.a. hesum sera høga frekvensi, ger hetta Trol eyga sera væl egna at seta ymiska staðni á trolinum, har ikki vanligt er at hava trol eygu.

Hesin sensor er sera væl egna'ur at brúka sum botn kontakt sensor, har han verður monteraður á fiski línuna, og kann harvið vísa hvussu fast ella leyst grunnurin gongur at botni.

Eisini ber til at hava han á posanum, og vísa royndir frá m.a. Arctic Viking, at her sæst undir netið á posanum og botnur sera gott, og tá posin fyllist, kemur posin nærri botni.

TE/Nøgd sensorurin kann eisini setast aftan fyri ristina.
Á myndini omanfyri sýggja vit Marport Trol eyga sum situr á høðu línunu, og rækjur sum ganga inn í troli.
Á somu mynd, undir Trol eyganum, síggja vit nýggja TE/Nøgd sum situr eftir ristina.

Hesin nýggji sensorurin er við til at geva upplýsningar um trol og fisk, sum ikki hevur verði møguligt áður.






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo