Jákup B velur Viknet Internet frá Vikmar
21. Okt 2016
Jákup B velur Viknet Internet
Viknet Media er nú komið í nýggjari útgávu.Við nýggju útgávuni er sera einfalt hjá brúkarinum at síggja nýggjast sendingarnar frá KvF.Eisini er nýggj leiti funktión sum ger tað sera einfalt at leita efitr eldri sendingum.Allar sendinar eru í há-góðsku!Viknet Radio er eisini partur at Viknet...
Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna.
Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið.
- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.