Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar
17. Des 2017
Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar
Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar
Viknet Media nu også i Grønlandsk udgave.
Teknikkari. Kundi tú hugsa tær at arbeitt við nýggjastu tøknini til skip? Søkt verður eftir teknikkara at byrja skjótast tilber. Vikmar søkir eftir teknikkara til navigatión, fiskileiti og samskiftisútgerð. Arbeiði umfatar m.a. installatón og service av útgerð og tænastum sum Vikmar...
Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna.
Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið.
- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.