Ein sera spennandi uppgáva á verkstaðnum hjá Vikmar í dag
Vit fingu 4 Marport sensorar inn at kannað, eftir at ein trolari hevði fingið hesar í troli. Eftir at hava kannað teir, kunnu vit staðfesta at teir eri sum nýggir og treingja bert til nýggj battarí, og hettar er eftir at teir hava ligið á havsins botni í knapt 7 ár.
Tann elsti av sensorurin er 11 ár. So sjálvt um at verða 11 ár og hava ligið á havsins botni í knapt 7 ár er hesin klárur at fara til arbeiðis aftur.
Tað er ikki óvanligt at vit fáa sensorar inn sum hava ligið nøkur ár á botni, og eru í ordan, men í næstan 7 ár er tað longsta vit hava sæð higartil.
Vit á Vikmar halda hetta sigur sera nógv um góðskuna á hesum sensorum :-)