Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

Standard Horizon vøruskrá fyri 2012

20. Mar 2012

Nýggj vøruskrá frá Standard Horizon fyri 2012.

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

16. Mar 2012

Um NAVTEX
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System)

les meir

Her hoyrist Viknet Radio

Viknet Radio


Við Viknet Radio fáa kundar við Viknet heilar 5 Føroyskar radio rásir!

Tað sum er serligt við Viknet Radio, er at tilber at lurta eftir øllum rásinum samstundis umborð uttan at hetta belastar internet sambandið!

Rásirnar sum hoyrast á Vinet Radio eru.:

  • Kringvarp Føroya
  • Rás 2
  • Lindin
  • VoxPop
  • R7

Kundar sum eisini hava nýggju Viknet Media telduna kunnu lurta óavmarkað á t.d.

  • Telefonum
  • Paddum
  • Teldum
  • Samtalu anlegg (Intercom)
  • Teleslyngu
  • IP Radio 
  • og mang anna
Viknet Radio er fríð tænasta til allar Viknet kundar og krevur bert Viknet Media teldu fyri at fáa fulla nyttu av hesari tænast.

* Viknet Media teldan er eisini klárgjørd til nýggju media tænstuna, har Viknet kundar kunnu móttaka sjónvarps sendingar, uttan at belasta netið umborð! Sendingarnar kunnu síðan avspælast á øllum eindum umborð, og eisini t.d. Smart TV sjónvarp!


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=K-DPHNTo7Zo&feature=youtu.be]






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo