Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

Standard Horizon vøruskrá fyri 2012

20. Mar 2012

Nýggj vøruskrá frá Standard Horizon fyri 2012.

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

16. Mar 2012

Um NAVTEX
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System)

les meir

Flesin við Hoyvíkshólm

Uppmáting av botni sum ikki er sædd áður!

Uppmáting at botni sum ikki er sædd áður!

SeapiX hevur sera nógvar eginleikar ið ikki eru møguligir á øðrun multibeam loddum.
Eina av hesum fantastisku eginleikum er at tekna botn út til síðuna av skipinum!
Á hesu video síggja vit eina uppmátina av flesuni við Hoyvíkshólm.
Tað sum er serlig við hesu uppáting, er at SeapiX botnurin vedur út í bagborðs síðu á bátinum, og við hesum kunnu vit tekna flesuna heilt upp til havflatuna!
Í hesu video síggja vit eisini Olex har SeapiX sendir dýpir til Olex sum so teknar kort við hesum.

Vikmar eXplorer er útgjørdur baði við SeapiX og Olex og kann tí gera uppmátingar av botni og botn slagi.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Vypm0-WC-PQ&feature=youtu.be]
Uppmáting av flesuni við SeapiX og Olex





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo