Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

Standard Horizon vøruskrá fyri 2012

20. Mar 2012

Nýggj vøruskrá frá Standard Horizon fyri 2012.

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

16. Mar 2012

Um NAVTEX
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System)

les meir

OLEX OS1 – EKKÓLODD SUM EISINI KORTLEGGUR FISKIN

Enn betur fiskikort við nýggja Olex OS1 Ekkóloddinum.

Nýggja ekkóloddi skrásetur ikki bara botnin, men eisini fiskin og hvar hann er og hevur verði!

Hetta er ómetaliga áhugavert, tí nú kunnu brúkarnir sjálvir gerða enn betur fiskikort og nú enntá við fiski 😊


Kortlegging av fiski.

Nýggi møguleikin fyri kortlegging av fiski gevur eitt serstakt innlit í hvussu fiskurin ferðast og hvussu fiskurin flytur seg millum árstíðirnar.

Undanfarnu skrásettu dáturnar av fiski saman við egnu skrásettu dýpdardátum, gevur fiskimanninum møguleikan at granska hvat slag av botni, fiskur plagar at vera.


OS1 ekkólodd black boksin verður forbundið til ein OLEX plottara við OS1 forritinum, og einum ekkólods botni. Ein skermur sum kann stillast, vísir fiskin og botnin eins og eitt vanligt ekkólodd. Við OS1 forritinum minnist OLEX dáturnar og framleiðir kort yvir hvar fiskur hevur verið, soleiðis at tú kanst síggja hvar fiskurin fer at vera í framtíðini.

·       Sendistyrki: 300W til 1kW.

·       Frekvens: CHIRP LF/MF/HF (40 til 210 kHz). CW 50/200kHz

·       CW og CHRIP.

 

Les meir um fiskikort á www.fiskikort.fo 






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo