Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

Standard Horizon vøruskrá fyri 2012

20. Mar 2012

Nýggj vøruskrá frá Standard Horizon fyri 2012.

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

16. Mar 2012

Um NAVTEX
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System)

les meir

Mynd Vónin

Norðborg og Christian í Grótinum eisini Starlink Internet frá Vikmar.

Meiri enn 20 ár við Viknet tænastum frá Vikmar.

Christian í Grótinum, var í 2003, fyrsti Viknet kundi í Føroyum við Viknet Media tænastuni, har tíðindi og heimasíðir vóru sendar yvir fylgisvein til skipini.

Øll áðrini eftir hetta, var Christian í Grótinum altíð klárur at royna nýggju tænasturnar á Viknet frá Vikmar. Eisini vóru teir fyrst við Viknet Ku, Viknet radio, IP telefon við Føroyskum nummari sum var eitt sera stórt frammstig og spardi eisini sera nógv, tí minuttirnir kostaði nú sum í landi. Eisini vóru teir fyrst við Viknet live TV og í løtuni verður beinleiðis sjónvarp testa á Viknet Ka umborð á Norðborg.

Í dag hava bæði skipini hjá reiðarínum Viknet Ka og hava júst eisini fyngið installera Starlink Internet afturat Viknet Ka. So skipini eru sera væl útgjørd við Internet sambandið til tann dagliga raksturin og til manningina.

Vit á Vikmar eru sjálvandið sera errin av at hava veitt skipunum hjá reiðarínum Internet tænastur øll hesi áðrini, og eisini tað hjálp ið er veitt frá teimum, við at testa nýggju tænasturnar sum hava verði mentar til Føroyska flotan øll hesi áðrini.

Les meir um ymisku Viknet tænasturnar her....





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo