SeaXpert

09. Nov 2012

SeaXpert er nýggj plottaraskipan, sum samstundis er avloysarin fyri tær kendu skipanar frá Sodena so sum Turbo 2000, EasyWin, TurboWin og Turbo 3000.

les meir

Marport sær Makrel

24. Aug 2012

Marport sær Makrel

les meir

SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012

15. Aug 2012

SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012

les meir

Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Mynd vísur botn í mun til fiskilínu á svartkjafta troli.

Marport Troleyga montera á fiskilínu ella grunn

Marport nøgdar sensor við Troleyga er sera væl egnaður at festa á fiskilínu / grunn fyri at síggja hvussu fast grunnir giongur at botni, ella hvussu nær fiskilínan á flótitroli er botni.

Marport Nøgdar sensorurin er sera frammkomin, og er eingin annar sensor á marknaðinum við so nógvum møguleikum.

Hetta merkir eisini av brúkarin ikki hevur forkeypt seg, tí nýggjar funktiónir kunnu keypast, og koyrast í sensorin við at uppstiga forriti í sensorinum.

Nakrar av teknisku eginleikinum og møguleikum í Marport Nødgar sensorinum.:

- 40kHz kanalir til Marport/Scanmar
- 70kHz kanalir til Wesmar/Simrad/Furuno Trol Sonar
- Simard PI
- Hybrid Nøgd baði 40kHz/70kHz samstundis
- Vinkul funktión (Pitch & Roll) (Tilboð frítt)
- Twister (vísur um sensorurin er vendur 180stig
- Hiti
- Dýpi
- Troleyga til at brúka á posa, rist ella bell (krevur Marport Scala)
- Botnkontakt, Troleyga montera á fiskilínu/grunn (krevur Marport Scala)

- Frástøða frá botni, Troleyga montera á fiskilínu/grunn (krevur Marport Scala)
- Battarí status (krevur troleyga funktión)
- Úthálari kann monterast á síðu ella aftan á sensori
- Sensor húsi kann skiftast
- Sera einkult at skifta stillingar ella dagføra við MOSA forriti
- Battarí livitíð, upp til 500 tímar

- Løðitíð 4 tímar (við fast charge løðara) 

Stálhúsð fæst sum tilhoyr til TE/Catch sensorin tá hesin er monteraður á grunnin.






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo