SeaXpert
09. Nov 2012
SeaXpert er nýggj plottaraskipan, sum samstundis er avloysarin fyri tær kendu skipanar frá Sodena so sum Turbo 2000, EasyWin, TurboWin og Turbo 3000.
SeaXpert er nýggj plottaraskipan, sum samstundis er avloysarin fyri tær kendu skipanar frá Sodena so sum Turbo 2000, EasyWin, TurboWin og Turbo 3000.
SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012
Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.
Arctic Voyager velur SeapiX multibeam ekkólodd & plottara.
Seapix er eitt tað mest framkomnað multibeam ekkóloddi á marknaðinum.
Royndir til makrel fiskarí hava verði sera góðar, og í nýggjasti útgávuni eru funktiónir sum gera SeapiX m.a. eisini sera væl egnað til botn troling.
SeapiX teknar botnin sera neyvt við heili 120 gradum tvørskips og aftur og fram, hetta gevur brúkarinum sera neyvar uppmátingar av botni sum ikki eru sæddar áður á fiskiskipið.
Eisini skrásetur SeapiX sera neyvt fisk, baði uppí í sjónum, og tætt at botni.
Somuleiðis sum at biomassa veður máld, so brúkarin kann siggja hvat slagi av fiski er.
Hetta er møguligt tí SeapiX hevur heilar 128 botnar ið hava eina strálubreidd uppá einans 1.5 grad hvør og at ekkóloddi brúkar nýggjast tøknina á marknaðinum.
Ekkóloddi er eisini framtíðar tryggja við dagføringum av forriti ið gevur brúkara forbetringar og nýggjar funktiónir sum verða mentar í tættum samstarvið við brúkaran.