Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

Standard Horizon vøruskrá fyri 2012

20. Mar 2012

Nýggj vøruskrá frá Standard Horizon fyri 2012.

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

16. Mar 2012

Um NAVTEX
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System)

les meir

Torsborg velur eisini Viknet.

27. Jan 2012

Torsborg velur eisini Viknet samskiftis loystn frá Vikmar. Torsborg er fjóra skipi sum Supply Service byggir til frálandavinnuna. Viknet samskiftis loystnin umfatar fylgisveina internet og telefoni. Hetta verður so eisini fjóra...

les meir

Vikmar umboð fyri SeapiX í Grønlandi

Vikmar er nú eisini umboð fyri SeapiX í Grønlandi.

Vikmar hevur síðan stovnan umboða vælkenda Sodena plottarin, hesin bleyv seinrið partur av iXblue samtakinum, og eitur í dag SeaXpert.

iXblue hevur seinru árini ment SeapiX, sum er eitt tað mest framkomnað multibeam ekkóloddi á marknaðinum, til fiskarí í dag, og er eisini ein samansjóðing av SeaXpert, og tí er hetta ikki bert eitt multibeam ekkólodd, men eisini ein sera framkomin plottari.

Vikmar var fyrst á marknaðinum við SeapiX til fiskarí, og vóru fyrstu royndirnar til makrel fiskrí sera góðar, og hevur Vikmar nú levera fleiri system baði í Føroyum og Grønlandi.

Menningin av SeapiX gongur skjótt, og til Danfish verður nýggj útgáva víst, sum gevur nógv fleiri møguleikar, baði til at síggja fisk enn betur, og so eru funktiónir gjørdar so SeapiX eisini er væl egnað til botn fiskarí.

Í hesum sambandi skipar Vikmar, saman við iXblue og Marport fyri einum minni seminar á Danfish.

Til ber at lesa meir um SeapiX her 

Og iXblue her

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=pXr7SGAVFoQ]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=gZaDr84hENE]






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo