Solid State Radari frá JRC
09. Aug 2013
Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.
Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.
Vælumtókta trol eyga hjá Marport fæst nú eisini í einari “light” útgávu!
Og til ein óhoyrdan prís, sum aldrin áður er sæddur fyri eitt trol eyga.
Marport vitjar Vikmar.
Leygardagin 23 februar frá kl 10 til 16 verða umboð fyri Marport at hitta hjá Vikmar
So var nýggj útgáva av SeaXpert tøk.SeaXpert brúkarar kunnu seta seg í samband við Vikmar fyri at dagføra plottaran.Eisini eru brúkarar av eldri EasyWin, TurboWin, Turbo3000 vælkomin at hoyra nærri um serligt tilboð við at updatera til nýggjasta SeaXpert.Les meir um fiskileitið útgerð her... ...
Net umsitari / Teknikari
Vikmar søkir
eftir Net umsitara / Teknikara at byrja skjótast møguligt.
Arbeiði fevnir um umsiting
av fylgisveina internet, netverk
hjá kundum, firewall, Fylgisveina terminalar o.a.
Førleikar.:
Vit vænta at tú
hevur hollan kunnleika til lokalnet, firewall og annað í hesum sambandið
Fyrimunur er at
kenna til Fylgisveina terminalar, men ikki krav.
Vit bjóða eitt
spennandi arbeiði, har tú er partur av
toyminum sum arbeiðir við fylgisveina tænastum og neti hjá kundum okkara, sum í høðusheitum er skip.
Løn sambært avtalu.
Um Vikmar.
Vikmar var stovna
í 2001, og er heildarveitari av navigatións- fiskileiti- og
samskiftisútgerð til skip og bátar.
Vikmar hevur
síðan stovnan lagt stóran dent á at menna føroyskar loysnir til sjóvinnuna.
Loysnirnar sum Vikmar
hevur ment, fevna í dag um Viknet, sum er fylgisveina
tænast við breiðband internet. Viknet
umfatar eisini Viknet Media, Viknet Radio og Viknet Live TV sum er serlig media
tænasta við føroyskum og grønlenskum
tilfari.
Fishin.fo er
heimasíða við rúgvu av tænstum
til sjóvinnuna, men eisini einsta tænasta av sínum slag har skip úveksla
beinleiðis data í samband við fiskarí, veður o.a.
Vikmar NetAIS er
eisini partur av fishin.fo til deilan av AIS og øðrum data.
Vikmar er eisni
umboð fyri fleiri heimsførandi framleiðarar av útgerð til navigatión-
fiskileitið- og samskiftis útgerð.
Spurningar og
umsókn skulu sendast til Jan H. Egholm jan@vikmar.fo tel.222182