Solid State Radari frá JRC
09. Aug 2013
Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.
Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.
Vælumtókta trol eyga hjá Marport fæst nú eisini í einari “light” útgávu!
Og til ein óhoyrdan prís, sum aldrin áður er sæddur fyri eitt trol eyga.
Marport vitjar Vikmar.
Leygardagin 23 februar frá kl 10 til 16 verða umboð fyri Marport at hitta hjá Vikmar
So var nýggj útgáva av SeaXpert tøk.SeaXpert brúkarar kunnu seta seg í samband við Vikmar fyri at dagføra plottaran.Eisini eru brúkarar av eldri EasyWin, TurboWin, Turbo3000 vælkomin at hoyra nærri um serligt tilboð við at updatera til nýggjasta SeaXpert.Les meir um fiskileitið útgerð her... ...
Um NAVTEX | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex: Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System), sum snýr seg um trygd á sjónum og krøv til radioútgerð, radiotrygdartænastur til skipaferðsluna, vaktarhald, útbúgving o.s.fr. Altjóða kravið er at skip og bátar sum sigla í siglingarøkjunum A2, A3 og A4, skulu hava Navtex móttakara umborð, og skiparin hevur ábyrgd av at útgerðin verður brúkt at fáa til vega neyðugar og týðandi upplýsingar, sum hava við trygdina á sjónum og sigling at gera. Navtex skipanin er soleiðis háttað, at jørðin er lutað sundur í 22 sokallaði Navtex øki. 1) Føroyar liggja í Navarea I, sum Ongland hevur ábyrgdina av. Í hvørjum øki verða í mesta lagi tillutaðir 24 eykennisbókstavir til sendistøðirnar, sí t.d. Navarea I her. Henda avmarking kemst av at støðirnar senda allar á sama frekvensi (518 Khz), og skiftast tí um at senda. Tær eiga 10 minnutir senditíð í part og sama støð sendir aftur 4. hvønn tíma. (10 x 24 = 240 min. = 4 tímar ) Týdningarmikil boð vera tó send uttan atlit til ásettu senditíðina.Tær røkka umleið 400 fjórðingar, tó velst hetta um sendistyrkina hjá hvørjum sendara og tillutaða økið.
Umborð á skipum og bátum verður ein Navtex móttakari uppsettur, sum kann lurta á 518 Khz. Hann lurtar tó bert um nøkur støð er vald í móttakaranum, og tí skal brúkarin velja hvørja Navtex støð hann ynskir at fáa boð frá. Boðini vera send á enskum tí skipanin er ein partur av altjóða trygdarskipanini á sjónum, sum fyrr nevnt. Veðurmeldingar og ávaringar frá føroysku Navtex støðini eru frá DMI (Danmarks Metrologisk Institut) og siglingarávaringar koma frá Farvandsvæsenet í Danmark, sum hevur ábyrgdina av ávaringum í føroyskum øki. Skipanin kann eisini nýtast til at geva boð um leiting og bjarging, fráboðan um verndarstig í ISPS skipanini, dálking á sjónum, og gevur
Nøkur heilt serlig boð kunnu ikki veljast frá av brúkaranum, og koma altíð inn um nøkur støð er vald á móttakaranum. Tað eru boð av slagnum A, B, D og L. Hesi boð vera mett at hava stóran týdning og skund, og vera tí send uttan atlit til tillutaðu senditíðina hjá støðini og send beinanvegin. Niðanfyri er eitt dømi um eini Navtex boð: ZCZC DB26 FAROE ISLANDS 241006UTC APR. 09. GALE WNG. NO. 297 ICELANDRIDGE: S 15 M/S NNNN Frágreiðing: ZCZC ( sigur frá at nú er móttakarin liðugt tunaður ) DB26 ( D er navn á føroysku støðini, B er slagið av boðum, í hesum føri ein veður ávaring. ) (Talið 26 sigur at hetta er 26. boð í ein tal røð sum gongur frá 01 – 99. Tá 99 boð eru send verður byrja aftur við 01 ) 241006UTC APR. 09. ( Dato og klokka í UTC, umframt mánaði og ár ) GALE WNG. NO. 297 ( Vind ávaring nr. 297, t.v.s. um at vindurin verður 15 m/s ella meira ) ICELANDRIDGE: S 15 M/S ( Ávaringin er fyri Íslandsryggin, Sunnan 15 m/s.) NNNN ( sigur at nú er liðugt at móttaka boðini ) |
NAVTEX (in English)
Tórshavnradio byrjaði at senda NAVTEX boð á heysti í 2006.
Støðin hevur eyðkennisbókstavin "D" (Delta).
Sent verður á 518 Khz hesar tíðir: 0030z - 0430z - 0830z - 1230z - 1630z - 2030z
Átrokandi boð, eitt nú um Leiting og Bjarging (SAR) og stormávaringar, verða send beinanvegin.
Eftir nakað av tekniskum trupuleikum blivu reglulig NAVTEX-boð send í 2007
Vind- og stormávaringar kunnu síggjast her
Veðurforsøgnir verða sendar kl. 0030z og 1230z og kunnu síggjast her
Siglingarávaringar kunnu síggjast her
NCR-333.pdf JRC NCR-333 Brochura kann heintast her