Solid State Radari frá JRC

09. Aug 2013

Nýggj tøknið ið ger tað møguligt at síggja baði longur og at síggja smærri mál eisini nær við egið skip.

les meir

Marport Trol eyga í light útgávu!

31. Jul 2013

Vælumtókta trol eyga hjá Marport fæst nú eisini í einari “light” útgávu!
Og til ein óhoyrdan prís, sum aldrin áður er sæddur fyri eitt trol eyga.

les meir

Marport vitjar Vikmar.

15. Feb 2013

Marport vitjar Vikmar.

Leygardagin 23 februar frá kl 10 til 16 verða umboð fyri Marport at hitta hjá Vikmar

les meir

SeaXpert útgáva 1.2.1

08. Feb 2013

So var nýggj útgáva av SeaXpert tøk.SeaXpert brúkarar kunnu seta seg í samband við Vikmar fyri at dagføra plottaran.Eisini eru brúkarar av eldri EasyWin, TurboWin, Turbo3000 vælkomin at hoyra nærri um serligt tilboð við at updatera til nýggjasta SeaXpert.Les meir um fiskileitið útgerð her... ...

les meir

Havbotnurin kring oyggjar okkara er fólksins ogn, um nakað er!

Havbotnurin kring oyggjar okkara er fólksins ogn, um nakað er!

Hetta hevur hildið lív í okkum í manna minni og eigur tí á ongan hátt at gerast loyniligt og at fjala hernaðarligar loynidómar sum Umhvørvisstovan vil vera við.
Við meira kunning, um havbotnin kring oyggjar okkara, kunnu vit menna burðadygga fiskiveiðu, aling, granska í havfrøði, jarðfrøði, veðurlags broytingum, gera betur rák og aldu modellir, sjókort og mangt annað.
Men hetta krevur at øll samstarva um data, ikki bara botndata, men eisini tað sum er í havinum til Føroyar at frama.
Myndin vísir sand aldur á botni og er mált upp av Vikmar eXplorer, í einum firði í Føroym, men eftir útsøgn frá Sjókortdeildini á Umhvørvisstovuni, so mugu upplýsingar sum hetta vera loyniligir!
Um vit skulu halda áfram at menna okkum á sjónum, so er ein fortreyt at vit kunnu halda áfram sum tað var áðrenn 2020, tá sjókort økið bleiv Føroyskt (hernaðarligt)
Kunning um fiskikort o.a. verður at finna á fiskikort.fo




Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo