Nýtt software á veg frá Marport
04. Okt 2013
Niðanfyri eru tvey video sum vísa nýggja forriti frá Marport. ...
Niðanfyri eru tvey video sum vísa nýggja forriti frá Marport. ...

SeapiX & SeaXpert verða við á Danfish frá 9-11 Okt.

Nýggj loyst frá Vikmar til partroling.
Henda loystn gevur seliga partroling eftir makreli stóran fyrimun.

Nú er at verða klárur til Makrelin :-)
Tí er umráðandi at hava røttu sensorarnar á trolinum.
Men tað er eisini umráðandi at sensorarnir sita rætt á trolinum.
Vit komu framm á hesa myndina á Internettinum sum vísir eina makrel posa við trimum gulum Marport nøgdar sensorum á.
Myndir vísur sera gott trý dømir um hvussu nøgdar sensorarnir kunnu sita á posanum.
Myndin vísir eisini sera gott at sensorurin sum situr í miðuni sendur niður í posan og ikki upp til skipi sum han skal tá fiskur er komin í posan.
Hetta kann gera at tað verður verri samband við henda sensor, og tí skulu teir helst monterast som tann fremri ella aftari sensorurin á myndini.