Hamranes og Breiðanes updatera til Marport Scala

05. Des 2018

Hamranes og Breiðanes updatera til Marport Scala.

les meir

Vikmar góðkent FLIR umboð

13. Nov 2018

Vikmar góðkent FLIR umboð

les meir

Marport nøgdar sensor við vinkul - Tilboð

09. Nov 2018

Marport nøgdar sensor við vinkul - Tilboð

les meir

Her liggur Kallsevni TN-340 sum sakk við Mjóvanes

22. Sep 2018

Her liggur Kallsevni TN-340 sum sakk við Mjóvanes
Í samband við leiting eftir Tjaldur, kom Vikmar eXplorer fram á Kallsevni sum sakk við Mjóvanes 31 mai 1971.

les meir

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

 

Vikmar hevur ment ymiskar tænastur gjøgnum árini til føroysk skip, og við áhaldandið menning er hetta í dag blivi til fleiri ymiskar tænastur.

Fleiri av hesum tænastum og nýggjar tænastur eru nú lagdar saman í nýggju FishINFO tænastuna.

Nýggja tænastan er sera umfatandið og er gjørd so at brúkarin kann tekna hald til ymiskar tænastur sum eru tøkar í fishin.fo

Tað sum eisni er serligt við nýggju tænastuni, er at vit hava valt at hava eina fríða útgávu eisini.

Á FishInFo ber at síggja.:

AIS (við serliga góðum dekningi kring føroyar og hat føroysk skip fiska)

Beinleiðis Hiti á Havflatu, botni og uppi í sjónum har uppisjóðar skip fiska.

Serligt hitakort ið er gjørt frá beinleiðis data frá skipum.

Vind mátarar beinleiðis

Aldumátarar (Føroyar og Ísland)

Streymkort

Garnapositiónir

Kassar og fiskimark (kann tillagast til einkulta brúkaran)

Ramsarøkir

Aliøkir (AtoN)

Dýpdarkurvar frá Landsverk

Vikmar botnkort

Fríða útgávan hevur ymiskar avmarkingar, so sum at til ber bert at síggja AIS frá bátum við klassa B AIS og ávís onnur skip so sum t.d. skip hjá SSL og Norrøna.

Eisini síggjast vindmátarar frá Landsverk og Vørn beinleiðis á kortinum og aldumátarar.

Fríða útgávan fer at hava serliga góð fiskikort frá Vikmar.

Í løtuni verður streymkort testa og væntandið heilt skjótt tókt á fríðu útgávuni.

Síðan er framvegis í menning og tí kunnu væntast ymiskar broytingar og rættingar á síðuni í eina tíð.

Fríða útgávan er á www.fishin.fo






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo