SeapiX & SeaXpert við á Danfish

03. Okt 2013

SeapiX & SeaXpert verða við á Danfish frá 9-11 Okt.

les meir

Havstovan velur eisini Marport

02. Okt 2013

Havstovan velur eisini Marport

les meir

Partroling við Marport

09. Sep 2013

Nýggj loyst frá Vikmar til partroling.
Henda loystn gevur seliga partroling eftir makreli stóran fyrimun.

les meir

Vinnuhúsið Vestara Vág veruleikið

28. Aug 2013

...

les meir

KT mennari

KT mennari

Vikmar søkir eftir KT mennara at byrja skjótast møguligt.

Arbeiði umfatar menning av KT loysnum til tænastur sum Vikmar veitir til sjóvinnuna. Hetta umfatar millum annað innsavnan og framvísing av ymiskum dátum frá skipum, heimasíður og loysnir í samband við fylgisveina tænastum.

Førleikar.:

Vit vænta at tú hevur hollan kunnleika til Python, SQL, fyrimunur er um tú eisini hevur kunnleika til Linux, docker, javascript

Vit bjóða eitt spennandið arbeiði, har tú er partur av menning av verðandi og nýggjum loysnum hjá Vikmar.

Løn sambørt avtalu.

Um Vikmar.

Vikmar var stovna í 2001, og er heildarveitari av navigatións- fiskileitið- og samskiftisútgerð til skip og bátar.

Vikmar hevur síðan stovnan, lagt stóran dent á at menna føroyskar loysnir til sjóvinnuna.

Loysnirnar sum vikmar hevur ment fevna í dag um Viknet, sum er fylgisveina tænasta við breiðband internet. Viknet umfatar eisini Viknet Media, Viknet Radio og Viknet Live TV sum er serlig media tænasta við føroyskum og grønlendskum tilfari.

Fishin.fo er heimasíða við rúgvu at tænastum til sjóvinnuna, men eisini einasta tænasta av sínum slag har skip útveksla beinleiðis data í samband við fiskarí, veður o.a.

Vikmar NetAIS er eisini partur av fishin.fo til deilan av AIS og øðrum data.

Vikmar er eisini umboð fyri fleiri heimsførandi framleiðarar av útgerð til navigatión- fiskileiti- og samskiftis útgerð.

Spurningar og umsókn skulu sendast til Jan H. Egholm jan@vikmar.fo tel.222182






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo