Eivind velur Viknet

03. Apr 2014

Eivind velur Viknet Internet loysn frá vikmar

les meir

Her siglur Bakur á Eystnes

02. Apr 2014

Her siglur Bakur á Eystnes
Replay frá AIS skipanini hjá Vikmar

les meir

JRC JLN-652 Streym logg

07. Mar 2014

Nýtt streymlogg frá JRC
Sera áhugaverdir egileikar í mun til onnur streymlogg á marknaðinum.
Afturmeldingar frá brúkarum eru sera góðar :-)

les meir

Klakkur velur Viknet loystn frá Vikmar

18. Feb 2014

Klakkur velur Viknet loystn frá Vikmar sum umfatar samskiftisútgerð og útgerð til fylgisveina sjónvarp.

les meir

Móra á veg inn í troli, og ristin fellur niður móti botni.

Nýggjur sensor bjargar trolinum.

Nýggjur sensor bjargar trolinum frá at skrænda.

Við hjálp frá nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport, kundi Arctic Viking síggja móru koma inn í troli, og  tók troli upp áðrin tað skrædnaði!

Á myndini omanfyri situr TE/Nøgd sensorurin aftan fyri ristina, og har sæst tíðuliga inngongd, og at ristin fellur niður at botni. Eisini sæst at vinkulin (pitch) á sensorinum broytist, so her er uttan iva galið.

Teir á Arctic Viking vóru skjótir og hálaðu. Tá troli kom inn var baði móra og ostur í trolinum.

Eitt avbera gott dømi um hvussu umráðandið tað er at fáa upplýsningar um troli beinleiðis uppá brúnna.

Hetta vísur eisini sera gott møguleikar sum nýggi TE/Nøgd sensorurin gevur, og tá skal eisini sigast at hesin sensor kann sita nógva ymiska staðni á trolinum, og upp til fleiri TE/Nøgd sensorar kunnu vera á trolinum samstundis.

Marport er fyrsti og einasta framleiðar á markanðinum við hesum nýggja sensori.


Tilber at hoyra meir um Marport við at ringja til Jan hjá Vikmar 222182 ella senda mail til jan@vikmar.fo


Á myndini niðanfyri sæst Troleyga, og undir trol eyganum sæst TE/Nøgd sensorurin. Somuleiðis sæst móra koma inn í troli.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo


0.00 does not include shipping & tax