Pamiut velur Marport útgerð frá Vikmar
10. Apr 2015
Pamiut velur Marport útgerð frá Vikmar
Polar Nanoq velur fiskileitiútgerð frá Vikmar.
Christian í Grótinum velur Wesmar Trol sonar
Við hjálp frá nýggja TE/Nøgd sensorinum frá
Marport, kundi Arctic Viking síggja móru koma inn í troli, og tók troli upp áðrin
tað skrædnaði!
Á myndini omanfyri situr TE/Nøgd sensorurin
aftan fyri ristina, og har sæst tíðuliga inngongd, og at ristin fellur niður at
botni. Eisini sæst at vinkulin (pitch) á sensorinum broytist, so her er uttan iva galið.
Teir á Arctic Viking vóru skjótir og hálaðu. Tá troli kom inn var baði móra og ostur í trolinum.
Eitt avbera gott dømi um hvussu umráðandið tað er at fáa upplýsningar um troli beinleiðis uppá brúnna.
Hetta vísur
eisini sera gott møguleikar sum nýggi TE/Nøgd sensorurin gevur, og tá skal
eisini sigast at hesin sensor kann sita nógva ymiska staðni á trolinum, og upp
til fleiri TE/Nøgd sensorar kunnu vera á trolinum samstundis.
Marport er fyrsti
og einasta framleiðar á markanðinum við hesum nýggja sensori.
Tilber at hoyra
meir um Marport við at ringja til Jan hjá Vikmar 222182 ella senda mail til jan@vikmar.fo
Á myndini niðanfyri sæst Troleyga, og undir trol eyganum sæst TE/Nøgd sensorurin. Somuleiðis sæst móra koma inn í troli.