Polar Nanoq velur fiskileitiútgerð frá Vikmar.

07. Feb 2015

Polar Nanoq velur fiskileitiútgerð frá Vikmar.

les meir

Christian í Grótinum velur Wesmar Trol sonar

16. Jan 2015

Christian í Grótinum velur Wesmar Trol sonar

les meir

Olga Maria velur nýggja Marport M3

15. Jan 2015

Olga Maria velur nýggja Marport M3 móttakaran.

les meir

Gleðilig Jól

24. Des 2014

Vit á Vikmar, ynskja viðskiftafólki, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól

les meir

Net umsitari

Net umsitari / Teknikari

Vikmar søkir eftir Net umsitara / Teknikara at byrja skjótast møguligt.

Arbeiði fevnir um umsiting av fylgisveina internet, netverk hjá kundum, firewall, Fylgisveina terminalar o.a.

Førleikar.:

Vit vænta at tú hevur hollan kunnleika til lokalnet, firewall og annað í hesum sambandið

Fyrimunur er at kenna til Fylgisveina terminalar, men ikki krav.

Vit bjóða eitt spennandi arbeiði, har tú er partur av toyminum sum arbeiðir við fylgisveina tænastum og neti hjá kundum okkara, sum í høðusheitum er skip.

Løn sambært avtalu.

Um Vikmar.

Vikmar var stovna í 2001, og er heildarveitari av navigatións- fiskileiti- og samskiftisútgerð til skip og bátar.

Vikmar hevur síðan stovnan lagt stóran dent á at menna føroyskar loysnir til sjóvinnuna.

Loysnirnar sum Vikmar hevur ment, fevna í dag um Viknet, sum er fylgisveina tænast við breiðband internet. Viknet umfatar eisini Viknet Media, Viknet Radio og Viknet Live TV sum er serlig media tænasta við føroyskum og grønlenskum tilfari.

Fishin.fo er heimasíða við rúgvu av tænstum til sjóvinnuna, men eisini einsta tænasta av sínum slag har skip úveksla beinleiðis data í samband við fiskarí, veður o.a.

Vikmar NetAIS er eisini partur av fishin.fo til deilan av AIS og øðrum data.

Vikmar er eisni umboð fyri fleiri heimsførandi framleiðarar av útgerð til navigatión- fiskileitið- og samskiftis útgerð.

Spurningar og umsókn skulu sendast til Jan H. Egholm jan@vikmar.fo tel.222182





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo