Marport sær Makrel

24. Aug 2012

Marport sær Makrel

les meir

SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012

15. Aug 2012

SeaXpert fekk Innovation Award á Nor-Fishing 2012

les meir

Viknet Radio - Nýggj tænasta frá Vikmar

23. Apr 2012

Viknet Radio - er nýggj tænast frá Vikmar.
Nýggja tænastan er til skip sum hava Viknet Internet og gevur brúkarinum møguleikað at lurta óavmarkað eftir kringvarpinum á internetinum uttan at brúka data.
Seti tykkum í samband við Vikmar um tit ynskja at hoyra meira um Viknet Radio og Viknet Internet.

les meir

Vikmar flytur í nýggj hølir.

28. Mar 2012

Eftir at Vikmar hevur verið meir enn 10 ár á maritima marknaðinum og í somu hølum á vestaru bryggju, var tíðin komin til at finna meira tíðarhóskandi hølir. Vit eru nú flutt í nýumvæld hølir á 3 hædd og eru hølini betur egnað til...

les meir

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

 

Vikmar hevur ment ymiskar tænastur gjøgnum árini til føroysk skip, og við áhaldandið menning er hetta í dag blivi til fleiri ymiskar tænastur.

Fleiri av hesum tænastum og nýggjar tænastur eru nú lagdar saman í nýggju FishINFO tænastuna.

Nýggja tænastan er sera umfatandið og er gjørd so at brúkarin kann tekna hald til ymiskar tænastur sum eru tøkar í fishin.fo

Tað sum eisni er serligt við nýggju tænastuni, er at vit hava valt at hava eina fríða útgávu eisini.

Á FishInFo ber at síggja.:

AIS (við serliga góðum dekningi kring føroyar og har føroysk skip fiska)

Beinleiðis Hiti á Havflatu, botni og uppi í sjónum har uppisjóðar skip fiska.

Serligt hitakort ið er gjørt frá beinleiðis data frá skipum.

Vind mátarar beinleiðis

Vind forsóknir

Aldumátarar (Føroyar og Ísland)

Streymkort

Garnapositiónir

Kassar og fiskimark (kann tillagast til einkulta brúkaran)

Ramsarøkir

Aliøkir (AtoN)

Dýpdarkurvar frá Landsverk

Vikmar botnkort

Fríða útgávan hevur ymiskar avmarkingar, so sum at til ber bert at síggja AIS frá bátum við klassa B AIS og ávís onnur skip so sum t.d. skip hjá SSL og Norrøna.

Eisini síggjast vindmátarar frá Landsverk og Vørn beinleiðis á kortinum og aldumátarar.

Fríða útgávan hevur eisini serliga góð fiskikort frá Vikmar.

Síðan er framvegis í menning og tí kunnu væntast ymiskar broytingar og rættingar.

Fríða útgávan er á www.fishin.fo

Login til Fishin.fo ið gevur atgongd til øll AIS eisini frá fylgisvein, fiskimark, garnapositiónir, og fleiri hentar funktiónir.

Ring 612182 ella send Email til info@vikmar.fo og hoyr meir um prísir o.a.

Vikmar NET AIS er partur at Fishin.fo les meir um Vikmar NET AIS her...






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo