Høgiklettur velur Marport & Wesmar útgerð frá Vikmar.

15. Mar 2016

Høgiklettur velur Maport & Wesmar útgerð frá Vikmar.

les meir

Eirikur Hansen gjørt stuðulsavtalu við Vikmar og FirstStop Atlantic.

05. Jan 2016

Eirikur Hansen gjørt stuðulsavtalu við Vikmar og FirstStop Atlantic.Langteinarennarin Eirikur Hansen hevur gjørt stuðulsavtalu við fyritøkurnar Vikmar og FirstStop Atlantic. Avtalan er galdandi frá 01.januar 2016, og fram til Oyggjaleikirnar 2017.Eirikur Hansen er av fremstu langteinarennarum í Føroyum, og hevur heilt ítøkilig mál við sínari...

les meir

Viknet Radio

04. Des 2015

Við Viknet Radio fáa kundar við Viknet heilar 5 Føroyskar radio rásir!Tað sum er serligt við Viknet Radio, er at tilber at lurta eftir øllum rásinum samstundis umborð uttan at hetta belastar internet sambandið!Rásirnar sum hoyrast á Vinet Radio eru.:Kringvarp FøroyaRás 2LindinVoxPopR7Kundar sum eisini hava...

les meir

Nýggjur sensor bjargar trolinum.

20. Nov 2015

Nýggjur sensor bjargar trolinum.

les meir

Móra á veg inn í troli, og ristin fellur niður móti botni.

Nýggjur sensor bjargar trolinum.

Nýggjur sensor bjargar trolinum frá at skrænda.

Við hjálp frá nýggja TE/Nøgd sensorinum frá Marport, kundi Arctic Viking síggja móru koma inn í troli, og  tók troli upp áðrin tað skrædnaði!

Á myndini omanfyri situr TE/Nøgd sensorurin aftan fyri ristina, og har sæst tíðuliga inngongd, og at ristin fellur niður at botni. Eisini sæst at vinkulin (pitch) á sensorinum broytist, so her er uttan iva galið.

Teir á Arctic Viking vóru skjótir og hálaðu. Tá troli kom inn var baði móra og ostur í trolinum.

Eitt avbera gott dømi um hvussu umráðandið tað er at fáa upplýsningar um troli beinleiðis uppá brúnna.

Hetta vísur eisini sera gott møguleikar sum nýggi TE/Nøgd sensorurin gevur, og tá skal eisini sigast at hesin sensor kann sita nógva ymiska staðni á trolinum, og upp til fleiri TE/Nøgd sensorar kunnu vera á trolinum samstundis.

Marport er fyrsti og einasta framleiðar á markanðinum við hesum nýggja sensori.


Tilber at hoyra meir um Marport við at ringja til Jan hjá Vikmar 222182 ella senda mail til jan@vikmar.fo


Á myndini niðanfyri sæst Troleyga, og undir trol eyganum sæst TE/Nøgd sensorurin. Somuleiðis sæst móra koma inn í troli.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo