Polar Amaroq velur SeapiX frá Vikmar
02. Sep 2016
Polar Amaroq velur SeapiX frá Vikmar
Vinkul funktión til Marport A1 sensorar
Vit bjargaðu eini tveimum skrædlum í gjár, takka Marport TE/Catch sensorinum.Sigur Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking. Mynd: TE/Catch sett á yvirnet aftan rist. Á hesin myndini er ristin tipt, tað sæst at hæddin fra yvir til undirnet er...
Marport sensorar geva fleiri upplýsningar!
Myndin vísir Gullaks ganga inn í trol og bell.
Einki fútabann móti Vikmar
Tað eydnaðist ikki Umhvørvisstovuni at seta fútabann móti botnkortunum hjá privatu fyritøkuni, Vikmar.
Fútarætturin gjørdi í gjár av at vísa umbønini um fútabann aftur. Harumframt skal Umhvørvisstovan gjalda Vikmar 25.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Vikmar hevur í nógv ár hevur kannað botnin á føroysku firðunum. Men so fekk fyritøkan boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020.
Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.
Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.
Framvegis ríkismál
Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020 er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar.
Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.
Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.
Kunnu vera viðkvæmar
Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.
Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar.
Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.
Men nú hevur Fútarætturin so tikið støðu. Kravið frá myndugleikunum ímóti Vikmar verður ikki gingið á møti.
Les eisini Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar
Les eisini Vikmar fingið harraboð frá Umhvørvisstovuni at taka sjókort burtur