Økt navigatiónstrygd: FLIR ClearCruise™

10. Jul 2017

Økt navigatiónstrygd: FLIR ClearCruise™

les meir

Vikhub -New service from Vikmar

20. Jun 2017

Vikhub - live temprature maps from Vikmar

les meir

Sjúðrarberg velur eisini Marport

18. Mai 2017

Sjúðrarberg velur eisini Marport.Í mars mánaða fekk Sjúðrarberg Marport útgerð installerað.Hetta umfataði Marport Scala brúgva eind og móttakara.Lemma sensorar við vinkul funktión og Marport trol eygu.Og nú 15 mai, hava teir longu sett kós heim, eftir næsta túri, so ikki kann sigast anna enn, at...

les meir

Gullaksa tíðin byrjar nú

31. Mar 2017

Gullaksa tíðin byrjar nú :-)
Her eru nakrar myndir frá Skorðaberg tá teir fiskaðu Gullaks við Marport í fjør.
Tekstur undur myndinum sigur hvørjir Marport sensorar teir brúka.

les meir

Marport TSS Trawl Speed Sensor

Trawl Speed & Grid sensor er gjørdur til at veita skiparanum realistiskar upplýsingar um hvussu fiskireiðskapurin uppførir seg.

Nú tá nógvur fiskiskapur er kravdur at nýta sundurskiljingar útgerð, er Trawl Speed & grid sensor hjá Marport útgjørt til at geva skiparanum røttu upplýsingarnar á hvussu reiðskapurin uppførir seg, fyri at tryggja at eitt hál ikki verður mist grunda á smáðar feilir, ið lættliga høvdu kunna verið forðaðir við røttu upplýsingunum.

Trawl Speed & Grid sensor er førur fyri at máta vatnstreymin í tveimum ásum, fyri at vísa vanligar streym upplýsingar eins við tvørstreym, hetta fyri at geva møguleika at rætta upp á trolið í tvørstreymi og tryggja at eingir skaðar koma á trolið, ella ávirka fiskiskapin.

Sjóvarstreymur á upp til seks knob kunnu síggjast effektivt, og við tvørstreymi á upp til trý knob.

Grundleggjandi funktióninar í sensorinum, at máta beinan- og tvørstreym ígjøgnum trolið, verða stuðlaðir av framkomna vinkul sensorinum, fyri at tryggja at vinkulin á trolinum verður varðveitt tá fiska verður, og vísa á ábendingar um at ristin er tipt og at fiskarnir ikki koma niður í posan. Dagføringarnar fyri bæði streym og vinkul dátur eru títtar.

Heilt upp til 90 tímar í nýtlsutíð kunnu uppnáðast við einari vanligari løðing, og við einum Fast Charge møguleika tá tørvur er á tí.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-eMkgcZ8sjs]


MarportCatalog.pdf  





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo