LiDAR og fleiri strála ekkólodd.

29. Feb 2024

LiDAR og fleiri strála ekkólodd Her síggja vit eitt dæmi, har man brúkar LiDAR (lasar) og fleiri strála ekkólodd samstundis. LiDAR er púra vanligt at brúka til ymiskar uppmátingar í dag og verður hetta t.d. eisini standard í teimum størri iPhone modellinum og...

les meir

Samson eisini Starlink Internet frá Vikmar

29. Feb 2024

Samson eisni Starlink internet frá Vikmar.Hetta tryggjar Samson skjótt og gott Internet samband um teir fara út um GSM dekning.Tað er sera skjótt og einfalt at aktiverða Starlink tá tørvir er á hesum og nýtist hetta tí bert at verða virkið teir ein hevur tørv...

les meir

Pison eisini Starlink Internet frá Vikmar

29. Feb 2024

Pison fær eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink fær manning atgongd til sera skjótt Internet.Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ku sum hevur Viknet Media, Viknet Radio og Live TV somuleiðis er Viknet Ku “flat rate” InternetTilsamans gevur hetta sera gott Internet samband og við...

les meir

Brestir fær eisini Starlink Internet frá Vikmar.

22. Feb 2024

Brestir fær eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink fær manning atgongd til sera skjótt Internet.Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ku sum hevur Viknet Media, Viknet Radio og Live TV somuleiðis er Viknet Ku “flat rate” InternetTilsamans gevur hetta sera gott Internet samband og við...

les meir

Vikmar avdúkar landslag á botni ið ikki er sætt áður.

Vikmar avdúkar landslag á botni ið ikki er sætt áður.

Vit vita øll hvussu alt sær út á landi, á mánanum osv. Men havbotnurin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí sum er í havinum.

Jarðarskorpan er fevnd av 70% hav og 30% landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, eru bert 20 prosent kortlagt.

Vikmar eXplorer kortlegði Høgnaboða og vísti hvussu hesin sær úr.

Nú hevur Vikmar eXplorer víðkað hetta økið, so tað nú umfatar 174km2, frá stongini og[JHE1]  til mjóvanes.

Her er stórsligið landslag at síggja á botni, og gevur hetta nýggja kortið eina rúgvu av upplýsingum um hetta økið.

Men upplýsningarnar eru sera nógvar og kundi verði brúktar til nógv annað, t.d. betur navigatións kort, betur rák kort, slag av botni umframt skráseting av veðurlags og umhvørvis broytingum osv.

Kortini eru há-upploysilig, og tí síggjast nógvar detaljur. Vikmar hevur eisini gjørt tað møguligt at síggja 2 vrøk í hesum økinum. Dømi um hetta kann síggjast á hesari leinkju https://bit.ly/3u4mgwq

Vikmar hevur lagt hetta fiskikort ókeypis á www.fishin.fo so øll hava møguleika at síggja botnin har og t.d. brúka hetta tá fiska verður.

Les meir um fiskileitið útgerð her...







Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo