Marport TSS Trawl Speed Sensor
Trawl Speed &
Grid sensor er gjørdur til at veita skiparanum realistiskar upplýsingar um hvussu
fiskireiðskapurin uppførir seg.
Nú tá nógvur
fiskiskapur er kravdur at nýta sundurskiljingar útgerð, er Trawl Speed & grid
sensor hjá Marport útgjørt til at geva skiparanum røttu upplýsingarnar á hvussu
reiðskapurin uppførir seg, fyri at tryggja at eitt hál ikki verður mist grunda
á smáðar feilir, ið lættliga høvdu kunna verið forðaðir við røttu upplýsingunum.
Trawl Speed &
Grid sensor er førur fyri at máta vatnstreymin í tveimum ásum, fyri at vísa
vanligar streym upplýsingar eins við tvørstreym, hetta fyri at geva møguleika
at rætta upp á trolið í tvørstreymi og tryggja at eingir skaðar koma á trolið,
ella ávirka fiskiskapin.
Sjóvarstreymur á
upp til seks knob kunnu síggjast effektivt, og við tvørstreymi á upp til trý
knob.
Grundleggjandi
funktióninar í sensorinum, at máta beinan- og tvørstreym ígjøgnum trolið, verða
stuðlaðir av framkomna vinkul sensorinum, fyri at tryggja at vinkulin á
trolinum verður varðveitt tá fiska verður, og vísa á ábendingar um at ristin er
tipt og at fiskarnir ikki koma niður í posan. Dagføringarnar fyri bæði streym
og vinkul dátur eru títtar.
Heilt upp til 90
tímar í nýtlsutíð kunnu uppnáðast við einari vanligari løðing, og við einum
Fast Charge møguleika tá tørvur er á tí.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-eMkgcZ8sjs]
MarportCatalog.pdf