Akraberg eisini Starlink Internet frá Vikmar

19. Jun 2024

Akraberg eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink fær skip og manning atgongd til sera skjótt Internet.Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ku sum hevur Viknet Media, Viknet Radio og Live TV somuleiðis er Viknet Ku “flat rate” InternetTilsamans gevur hetta sera gott Internet samband og...

les meir

Smaragd og Safir eisini Starlink Internet frá Vikmar

18. Jun 2024

Smaragd og Safir eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum!Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip.Starlink er nýggjasta fylgisveina...

les meir

Jaspis og Ametyst eisni Starlink Internet frá Vikmar

18. Jun 2024

Jaspis og Ametyst eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum!Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip.Starlink er nýggjasta fylgisveina...

les meir

Fagraberg eisini Starlink Internet frá Vikmar

21. Mai 2024

Fagraberg velur eisini Starlink Internet frá Vikmar.Við Starlink fær manning atgongd til sera skjótt Internet.Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ka sum er “flat rate” InternetTilsamans gevur hetta sera gott Internet samband og við tveimum ymiskum Internet skipanum tryggjar hetta skipinum Internet samband til manning...

les meir

Einki fútabann móti Vikmar

 Einki fútabann móti Vikmar

Grein frá KvF 1/6-2022
Umhvørvisstovan skal rinda Vikar 25.000 kr. í sakarmálskostnaði
Umhvørvisstovan fekk ikki viðhald í kravinum um fútabann móti Vikmar.
 

Tað eydnaðist ikki Umhvørvisstovuni at seta fútabann móti botnkortunum hjá privatu fyritøkuni, Vikmar.

Fútarætturin gjørdi í gjár av at vísa umbønini um fútabann aftur. Harumframt skal Umhvørvisstovan gjalda Vikmar 25.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Vikmar hevur í nógv ár hevur kannað botnin á føroysku firðunum. Men so fekk fyritøkan boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.

 

Framvegis ríkismál

Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020 er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar. 

Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

 

Kunnu vera viðkvæmar

Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Men nú hevur Fútarætturin so tikið støðu. Kravið frá myndugleikunum ímóti Vikmar verður ikki gingið á møti.


Les eisini Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar

Les eisini Vikmar fingið harraboð frá Umhvørvisstovuni at taka sjókort burtur





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo