Akranes velur eisni Viknet frá Vikmar
21. Des 2019
Akranes velur eisini Viknet Internet frá Vikmar
Viknet er serlig fylgisveina Internet tænasta, ment av Vikmar til Føroyskar brúkarar.
Akranes velur eisini Viknet Internet frá Vikmar
Viknet er serlig fylgisveina Internet tænasta, ment av Vikmar til Føroyskar brúkarar.
Jógvan I velur eisini Viknet Internet frá Vikmar
Viknet er serlig Føroysk fylgisveina Internet tænasta, ment av Vikmar til Føroyskar brúkarar.
Hetta sigur ein vælnøgdur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking um Marport TE/Nøgd.
Seinastu tíðina hevur fyritøkan Vikmar, sum selur tøkniliga útgerð til skip og bátar, avmyndað Høgnaboða við framkomnari tøkni. Høgnaboði liggur í ein landnyrðing eystan úr Eystnesi. Í dag 19 juli 2019, verður eitt nýtt kort lagt út á heimasíðuna hjá felagnum, sum sýnir allan boðan, sum hann er. Hetta er ein stórhending, sum ikki er sædd áður, tí tær mátingar sum almennu myndugleikarnir hava gjørt, fevna bert um ein part av boðanum og ikki allan. Í dag ber til at síggja hvønn smálut í hesum boða, sum liggur beint undir eina tí mest trafikeraðu farleiðini sjóvegis í landinum.
-Talan er faktisk um eitt lítið hálendi undir sjóvarmálanum við nógvum skerum
ella tindum. Økið kring boðan er 8 ferkilometur til víddar. Vit hava nú
uppmált allan boðan og hesin verður tøkur á síðu okkara Fishin.fo, at brúka
ókeypis. Og tey skip og bátar, sum hava AIS ella Automatic Indefication System
koma at síggja, júst hvar tey eru á Høgnaboða, tá íð tey eru har á leiðini, og
hetta gera tey, samstundis sum tey síggja streym, aldu og vindumstøðurnar á
staðnum, sigur Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar.
-At nú allur boðin er avmyndaður og lagdur inn á kort ger, at trygdin økist.
Her er nógv skipa og bátaferðsla á leiðini. Og tú kann spyrja, hví ein privat
fyritøka sum okkara ger slíkt arbeiði, orsøkin er einføld, vit selja ikki bara
tøkni til flotan, vit vilja eisini vera við til at menna tænastuna, sum flotin
hevur brúk fyri, tað verið seg bátar og skip, sigur hann.
-Á okkara nýggju tænastu, fishin.fo, verður møguligt at fáa nógvar upplýsingar,
sum skip og bátar hava brúk fyri og at síggja hesar samantvinnaðar í einum
elektroniskum korti. Bátar, sum hava AIS skipan, hava eitt livandi kort, við
øllum hesum viðurskiftum inni á skerminum. Her ber til at síggja botn, streym,
veður, hita í sjónum, aldumátingar, aliøkir, Ransarøkir og mangt annað, sum
skip og bátar hava tørv á.
Ongin veit, hví Høgnaboði eitur Høgnaboði. Og hetta er gamalt navn. Á kortinum
hjá Born seinast í 1700 talinum er boðin nevndur. Og “Den færøske Lods,” ein
bók um sjógvin kring Føroyar, sum kom út seinast í 1800 talinum, stendur boðin
at liggja “ØNØ” ella í ein lágan landnyrðing úr Eystnesi og einar góðar
tríggjar fjórðingar úr landi. Dagar við eystanbrimi sæst boðin týðuliga úr
Havn.
Les meir um fiskileitið útgerð her...