Akranes velur eisni Viknet frá Vikmar

21. Des 2019

Akranes velur eisini Viknet Internet frá Vikmar

Viknet er serlig fylgisveina Internet tænasta, ment av Vikmar til Føroyskar brúkarar.

les meir

Jógvan I velur eisini Viknet Internet frá Vikmar

15. Des 2019

Jógvan I velur eisini Viknet Internet frá Vikmar

Viknet er serlig Føroysk fylgisveina Internet tænasta, ment av Vikmar til Føroyskar brúkarar.

les meir

Pitch Black, now in full colour

29. Nov 2019

Sjá um náttina við FLIR Colour Thermal Vision

les meir

Marport TE/Nøgd spart okkum fyri nakrar 100 túsund henda túrin

05. Sep 2019

Hetta sigur ein vælnøgdur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking um Marport TE/Nøgd.

les meir

Jólagávuhugskot til frítíðarsiglaran og útróðrarmannin

5 Jólagávuhugskot til frítíðarsiglaran og útróðrarmannin 

 

Nú jólini nærkast eru her nøkur hugskot til eina jólagávu til frítíðarsiglaran og útróðrarmanning. 

Autopilot – Comnav P4 

 

Ein av bestu sjálvstýrarunum á marknaðinum er serkstakið ComNav P4, við bæði NMEA 0183 og NMEA 2000 sambærurVið stóra og bjarta 5,7 tumma skerminum kann frítíðarsiglarin nýta mongu funktiónirnar sum sjálvstýrarin kemur við. P4 kemur eisini við innbygdum Thruster-Assist ið ger tað munandi lættari hjá tær at leggja at við bryggju. Comnav veitir eisini Legacy Remote Expander, sum merkir at tú kanst nýta gomlu fjarstýringarnar, stýripinnar og stýrispakar , sum ger uppsetingina munandi bíligari og lættari. 

Graphical user interface, website

Description automatically generated 

 

Tráðleyst NMEA 2000 Gateway 

Sannlíkt er, at tú eigur eina snild telefon ella ein teldil við tráðleysum møguleikum og har tú nýtir kort, rák ella AIS funktiónir. Nú kanst tú fáa allar upplýsingar frá t.dAIS, GPS, Wind, ferð, motor data og mangt annað tøkt á telefonina og teldlinum ígjøgnum tráðleysa NMEA 2000 Gateway. 

Tað eru fleiri fyrimunir við at nýta eitt tráðleyst gateway, íroknað kostnaðin og tíðina tað tekur at seta upp. Um tú longu eigur eitt Navionics kort, kanst tú nýta Boater appina hjá Navionics sum plottara app við øllum funktiónunum frá NMEA2000 netverkinum umborð á bátinum hjá tær.  

Ein annar fyrimunur við at nýta eitt tráðleyst gateway er at nøkur hava møguleikan at goyma dáturnar frá túrinum, soleiðis at  kanst eygleiða túrar og lættari finna feilir og eisini gera og goyma loggbøkur frá túrunum hjá tær. 

W2K-1_0000s_0000_W2K-1 



AIS (Automatic Identification Systen) 

AIS er eitt sera umráðandi tól at hava umborð, serliga tá hugt verður eftir tryggleika á sjónum. AIS er í høvuðsheitum eitt tól til fyribyrging av samanstoytum millum skip og bátar, AIS loyvir skipum ið hava AIS umborð at síggja hvønn annan. AIS’urin umborð sendir kallmerkið, MMSI, slag av skipið/báti og eisini knattstøðu, kós og ferð. Nógvar AIS skipanir koma við innbygdum GPS, men kunnu eisini nýta onnur sløg av GPS umborð fyri neyvari dátur.  

Upplýsingarnar verða sjálvvirkandi sendar og verða nýttar av bæði landa støðir og skip. Hetta loyvir siglingar trafikkinum at verða handføran á ein skynsaman hátt frá landið av, samstundis sum at allir aðrir bátar síggja hvønn annan.  

Sum nú er, er tað einki krav fyri smærri bátar at skula hava AIS umborð, men tað er í øllum førum íløguna vert tá hugt verður frá trygdar sjónarhorninum. Bind saman AIS við einum MFD / kortplottara við AIS Overlay, og tú beinleiðis hevur fult yvirlit yvir positiónini hjá tær, allar skipar og bátar við AIS og kósina hjá teimum. 

Grundgevingin fyri ikki at nýta AIS er ofta “Hví skal eg hava AIS, eg síggi væl runt um meg?”. Hetta kann væl vera rætt, og tað er lætt hjá tær at síggja eitt 300T farma skip ið kemur ímóti tær, men hvat við skiparanum umborð á farmaskipinum, sær hann teg? At líta á eyguni og møguliga ein radara kann verða nokk hjá tær, men hjá skiparanum umborð á farmaskipinum, er tað ikki so lætt at síggja smáar bátar. Men farmaskipið kann lættliga síggja eitt AIS mál, og um vandi er fyri samanbresti hava báðir møguleikan at broyta kósina.  

Fyri at taka samanum, um báðir partar nýta AIS, tey síggja teg, og tú sært tey, vónandi, ein møguligur samanbrestur er fyribyrgdur. 

 


 

Motor Eftirlits tól (Analog til NMEA 200) – EMU-1 

At dagføra tólini umborð, fevnir eisini um motor eftirlits tólini. Ein stórur partur av motorum í dag eru analog, ið nýta analog sendarar mátarar, sum síðani vísa ymiskar upplýsingar fyri temperatur trýst og annað. Men hvat nú um tú vil hava allar tær upplýsingarnar á MFD / kortplottarin hjá tær, soleiðis at tað er klárt, lætt at lesa og kann eisini setast saman við alarmar fyri at ávara teg um nakað er galið? Tað kans tú nú við at nýta ein analog til digitalt motor eftirlits tól. 

Hesi tól eygleiða analog signal frá motorinum, og konvertera signali digitalt til NMEA 2000, sum inniheldur allar upplýsingarnar frá tínum analogur sendarum og mátarum, (eftir kalibrering). Hetta útihýsir optiska feilin frá analogu vísarunum, grunda aldur og slit. Eisini kanst tú seta tín MFD / kortplottara at geva ein alarm tá upplýsingarnar frá motorinum koma yvir eitt ávíst mark. Hetta gevur tær frið í sinni, men merkir eisini at tú hevur motor upplýsingar sama stað sum tín GPS, AIS, Dýpd og mangt annað í tínum MFD. 

EMU-1 hjá Actisense er sera væl umtóktur. 

EMU-1 NMEA 0183 Engine Monitoring Unit 


 

MFD (Multi Function Display) 

MFD virkar sum ‘heilin’ í einum NMEA 2000 netverkið, tí teir kunnu vísa eina rúgvu av NMEA dátum frá AIS til ekkólodd, og nýggjastu útgávurnar kunnu eisini vísa radar og kamera. Møguleikarnir hjá MFD er ymiskt alt eftir framleiðarunum og útgávuna. 

Nógv av teimum undanfarnu nevndu tólini kunnu nýtast saman við einum MFD, sum lýsir at MFD er ‘heilin’ í NMEA 2000 netverkinum. 

Hóast at tú mást ansa eftir at tín MFD ikki blívur ein fløkja av upplýsingum, er eginleikin hjá teimum heilt serstakur hevur sera stóran týdning. Hugsa tær ein einkultan ella tvíbýttan skerm, har tú hevur báta upplýsingar, rutu, AIS dýpi og GPS dáta, alt á einum skermi... hetta er endamálið og funktiónirnar á einum MFD. Ikki bert økir hetta um trygdina við at veita betri sýni, men eisini uppgávur sum navigatión and sigling + at leita eftir fiski gerst munandi lættari. 

 





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo