Nýggji Klakkur velur eisini Viknet frá Vikmar

04. Jan 2020

Nýggji Klakkur velur eisini Viknet frá Vikmar

les meir

Olshana dronu myndir frá Vikmar eXplorer

28. Des 2019

Olshana dronu myndir frá Vikmar eXplorer

les meir

Vikmar eXplorer skrásett rúgvur av kúpuskeljum

28. Des 2019

Eftir uppmátan av botni við SeapiX, kom Vikmar eXplorer fram á sera áhugavert økið.Hetta øki hevði rúgvu av deyum kúpuskerljum, men tað sum var serliga áhugavert, var at hesar lógu allar í avlangum rúgvum, við ávísum avstandið og so vendi allar suður/norð?Áhugavert er at vita...

les meir

Arctic Voyager velur eisini SeapiX

24. Des 2019

Arctic Voyager velur SeapiX multibeam ekkólodd & plottara.

les meir

Vikmar avdúkar landslag á botni ið ikki er sætt áður.

Vikmar avdúkar landslag á botni ið ikki er sætt áður.

Vit vita øll hvussu alt sær út á landi, á mánanum osv. Men havbotnurin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí sum er í havinum.

Jarðarskorpan er fevnd av 70% hav og 30% landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, eru bert 20 prosent kortlagt.

Vikmar eXplorer kortlegði Høgnaboða og vísti hvussu hesin sær úr.

Nú hevur Vikmar eXplorer víðkað hetta økið, so tað nú umfatar 174km2, frá stongini og[JHE1]  til mjóvanes.

Her er stórsligið landslag at síggja á botni, og gevur hetta nýggja kortið eina rúgvu av upplýsingum um hetta økið.

Men upplýsningarnar eru sera nógvar og kundi verði brúktar til nógv annað, t.d. betur navigatións kort, betur rák kort, slag av botni umframt skráseting av veðurlags og umhvørvis broytingum osv.

Kortini eru há-upploysilig, og tí síggjast nógvar detaljur. Vikmar hevur eisini gjørt tað møguligt at síggja 2 vrøk í hesum økinum. Dømi um hetta kann síggjast á hesari leinkju https://bit.ly/3u4mgwq

Vikmar hevur lagt hetta fiskikort ókeypis á www.fishin.fo so øll hava møguleika at síggja botnin har og t.d. brúka hetta tá fiska verður.

Les meir um fiskileitið útgerð her...







Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo