
Vikmar eXplorer kortlagt Nólsoyarfjørð
11. Jan 2020
Kundi tú hugsa tær at sæð hvussu Hoyviksgrynnan sær út?
Ella kanska onnur mið í Nólsoyarfjørði?
Kundi tú hugsa tær at sæð hvussu Hoyviksgrynnan sær út?
Ella kanska onnur mið í Nólsoyarfjørði?
Nýggji Klakkur velur eisini Viknet frá Vikmar
Olshana dronu myndir frá Vikmar eXplorer
Eftir uppmátan av botni við SeapiX, kom Vikmar eXplorer fram á sera áhugavert økið.Hetta øki hevði rúgvu av deyum kúpuskerljum, men tað sum var serliga áhugavert, var at hesar lógu allar í avlangum rúgvum, við ávísum avstandið og so vendi allar suður/norð?Áhugavert er at vita...
Her liggur Kallsevni TN-340 sum sakk við Mjóvanes
Í samband við leiting eftir Tjaldur, kom Vikmar eXplorer
fram á Kallsevni sum sakk við Mjóvanes 31 mai 1971.
Kallsevni var á veg til Fuglafjørð at landa, tá lastin
forskeyt seg og Kallsevni sakk.
Kallsevni var bygdur á Ulstein í 1963 til P/F Kimbil v/Poul
Hansen
Kallsevni var bygningur nr 20H hjá Ulstein
Longd 38,25 m, Breidd 7,46 m, BT 315 tons
Maskina 480Hk, B&W Alpha
Bygdur sum línuskip
Her er innslag frá Dagur & Viku 8 Juni 2018
Knattstøðan á vrakinum er.:
62°07,382'N
6°33,713'V
Les meir um fiskileitið útgerð her...
Niðanfyri eru nakrar myndir av Kallsevni og hvar hann
liggur.