Nýggji Klakkur velur eisini Viknet frá Vikmar

04. Jan 2020

Nýggji Klakkur velur eisini Viknet frá Vikmar

les meir

Olshana dronu myndir frá Vikmar eXplorer

28. Des 2019

Olshana dronu myndir frá Vikmar eXplorer

les meir

Vikmar eXplorer skrásett rúgvur av kúpuskeljum

28. Des 2019

Eftir uppmátan av botni við SeapiX, kom Vikmar eXplorer fram á sera áhugavert økið.Hetta øki hevði rúgvu av deyum kúpuskerljum, men tað sum var serliga áhugavert, var at hesar lógu allar í avlangum rúgvum, við ávísum avstandið og so vendi allar suður/norð?Áhugavert er at vita...

les meir

Arctic Voyager velur eisini SeapiX

24. Des 2019

Arctic Voyager velur SeapiX multibeam ekkólodd & plottara.

les meir

Einki fútabann móti Vikmar

 Einki fútabann móti Vikmar

Grein frá KvF 1/6-2022
Umhvørvisstovan skal rinda Vikar 25.000 kr. í sakarmálskostnaði
Umhvørvisstovan fekk ikki viðhald í kravinum um fútabann móti Vikmar.
 

Tað eydnaðist ikki Umhvørvisstovuni at seta fútabann móti botnkortunum hjá privatu fyritøkuni, Vikmar.

Fútarætturin gjørdi í gjár av at vísa umbønini um fútabann aftur. Harumframt skal Umhvørvisstovan gjalda Vikmar 25.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Vikmar hevur í nógv ár hevur kannað botnin á føroysku firðunum. Men so fekk fyritøkan boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.

 

Framvegis ríkismál

Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020 er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar. 

Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

 

Kunnu vera viðkvæmar

Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Men nú hevur Fútarætturin so tikið støðu. Kravið frá myndugleikunum ímóti Vikmar verður ikki gingið á møti.


Les eisini Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar

Les eisini Vikmar fingið harraboð frá Umhvørvisstovuni at taka sjókort burtur





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo