
NMEA 2000 og 0183
10. Aug 2020
Alt til NMEA 2000 og 0183 netverk ið ger innleggingina hjá tær munandi lættari
Alt til NMEA 2000 og 0183 netverk ið ger innleggingina hjá tær munandi lættari
Polarhavn og Stjørnan velja eisini Marport
Polar Princess velur eisini Viknet Internet frá Vikmar.
KT mennari
Vikmar søkir
eftir KT mennara at byrja skjótast møguligt.
Arbeiði umfatar
menning av KT loysnum til tænastur sum Vikmar veitir til sjóvinnuna. Hetta
umfatar millum annað innsavnan og framvísing av ymiskum dátum frá skipum,
heimasíður og loysnir í samband við fylgisveina tænastum.
Førleikar.:
Vit vænta at tú
hevur hollan kunnleika til Python, SQL, fyrimunur er um tú eisini hevur kunnleika
til Linux, docker, javascript
Vit bjóða eitt
spennandið arbeiði, har tú er partur av menning av verðandi og nýggjum loysnum
hjá Vikmar.
Løn sambørt
avtalu.
Um Vikmar.
Vikmar var stovna
í 2001, og er heildarveitari av navigatións- fiskileitið- og samskiftisútgerð
til skip og bátar.
Vikmar hevur
síðan stovnan, lagt stóran dent á at menna
føroyskar loysnir til sjóvinnuna.
Loysnirnar sum
vikmar hevur ment fevna í dag um Viknet, sum er fylgisveina tænasta við
breiðband internet. Viknet umfatar eisini Viknet Media, Viknet Radio og Viknet
Live TV sum er serlig media tænasta við føroyskum og grønlendskum tilfari.
Fishin.fo er
heimasíða við rúgvu at tænastum til sjóvinnuna, men eisini einasta
tænasta av sínum slag har skip útveksla beinleiðis data í samband við fiskarí,
veður o.a.
Vikmar NetAIS er
eisini partur av fishin.fo til deilan av AIS og øðrum data.
Vikmar er eisini
umboð fyri fleiri heimsførandi framleiðarar av útgerð til navigatión-
fiskileiti- og samskiftis útgerð.
Spurningar og
umsókn skulu sendast til Jan H. Egholm jan@vikmar.fo tel.222182