SeapiX webinar

14. Jul 2020

SeapiX webinar

les meir

Polarhavn og Stjørnan velja eisini Marport

28. Mai 2020

Polarhavn og Stjørnan velja eisini Marport

les meir

Polar Princess velur Viknet Internet frá Vikmar

23. Mar 2020

Polar Princess velur eisini Viknet Internet frá Vikmar.

les meir

Vikmar eXplorer kortlagt Nólsoyarfjørð

11. Jan 2020

Kundi tú hugsa tær at sæð hvussu Hoyviksgrynnan sær út?

Ella kanska onnur mið í Nólsoyarfjørði?

les meir

Birita velur eisini SeapiX frá Vikmar


Hetta er samstundis fyrsta installatión av nýggju Generatión 2 SeapiX útgávuni, sum er ein umfatandið uppstigan av vælumtóktu undanfarnu útgávuni av SeapiX.


Seapix er eitt tað mest framkomna multibeam ekkóloddi á marknaðinum.

Royndir til makrel fiskarí hava veri sera góðar og í nýggjastu útgávuni eru funktiónir sum gera SeapiX m.a. eisini sera væl egna til botn troling.

SeapiX teknar botnin sera neyvt við heili 120 gradum tvørskips og aftur og framm. Hetta gevur brúkarinum sera neyvar uppmátingar av botni, sum ikki eru sæddar áður á fiskiskipið.

Eisini skrásetur SeapiX sera neyvt fisk, baði uppí í sjónum og tætt at botni.

Samstundis sum biomassa veður máld, so brúkarin kann sýggja hvat slagi av fiski er.

Hetta er møguligt tí SeapiX hevur heilar tvær ferð 256 botnar, ið hava eina strálubreidd uppá einans 1.5 grad hvør og at ekkóloddið brúkar nýggjastu tøknina á marknaðinum.

Botnanir kunnu eisini stýrast elekrtoniskt, so tilber eisini at hyggja framm eftir ella til síðurnar.

Ekkóloddi er eisini framtíðar tryggja við dagføringum av forritið, ið gevur brúkaranum betringar og nýggjar funktiónir, sum verða mentar í tættum samstarvið við brúkaran.

Les meir um SeapiX her...

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6_BFB1mfziA]






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo