VISION MARINE VAKMYNDATÓL

24. Mar 2021

NÝGGJ GÓÐSKU VAKMYNDATÓL FRÁ VISION MARINE Dygdar bygnaðurØll Vakmyndatólini frá Vision Marine eru gjørd úr sterkum rustfríðum alluminum fyri at vera sterkt avvísandi móti tæring, vakmyndatólini eru testaði til at halda í vátum umráðum, eisini við til at halda í umráðum har nógv salt kann...

les meir

Sjúrðarberg velur eisini Marport

11. Sep 2020

Sjúrðarberg velur eisini Marport

les meir

Sjúðrarberg velur eisini Viknet Internet frá Vikmar

11. Sep 2020

Sjúðrarberg velur eisini Viknet Internet frá Vikmar

les meir

NMEA 2000 og 0183

10. Aug 2020

Alt til NMEA 2000 og 0183 netverk ið ger innleggingina hjá tær munandi lættari

les meir

Hvat er Navtex og hvussu virkar tað?

 

Um NAVTEX

Navnið Navtex er ein stytting fyri Navigational Telex:

 

Henda skipanin er ein partur av GMDSS-skipanini hjá IMO (Altjóða neyð og trygdarskipan á sjónum / Global Maritime Distress And Safety System), sum snýr seg um trygd á sjónum og krøv til radioútgerð, radiotrygdartænastur til skipaferðsluna, vaktarhald, útbúgving o.s.fr. Altjóða kravið er at skip og bátar sum sigla í siglingarøkjunum A2, A3 og A4, skulu hava Navtex móttakara umborð, og skiparin hevur ábyrgd av at útgerðin verður brúkt at fáa til vega neyðugar og týðandi upplýsingar, sum hava við trygdina á sjónum og sigling at gera. Fyri skip og bátar sum sigla í økinum A1, t.v.s. har samband fæst við eina VHF støð, er ikki krav um at hava Navtex útgerð umborð, men kortini viðmælir IMO at Navtex móttakari er umborð og verður nýttur. (Recommended)

  

Navtex skipanin er soleiðis háttað, at jørðin er lutað sundur í 22 sokallaði Navtex øki. 1) Føroyar liggja í Navarea I, sum Ongland hevur ábyrgdina av. Í hvørjum øki verða í mesta lagi tillutaðir 24 eykennisbókstavir til sendistøðirnar, sí t.d. Navarea I her. Henda avmarking kemst av at støðirnar senda allar á sama frekvensi (518 Khz), og skiftast tí um at senda. Tær eiga 10 minnutir senditíð í part og sama støð sendir aftur 4. hvønn tíma. (10 x 24 = 240 min. = 4 tímar ) Týdningarmikil boð vera tó send uttan atlit til ásettu senditíðina.Tær røkka umleið 400 fjórðingar, tó velst hetta um sendistyrkina hjá hvørjum sendara og tillutaða økið.Hvør landstøð á landi í einum Navtex økið fær tilluta ein eykennisbókstav frá “Navtex Panel” hjá IMO, t.v.s. ein bókstav frá A – Z. Tískil eru fleiri støðir við sama eykennisbókstavi, men tær liggja vanliga ikki í sama Navtex øki (tó at okkurt undantak er tá Navtex økið er stórt), og roynt verður at leggja tær so langt burtur frá hvørji aðrari sum til ber fyri at órógva sum minst. T.d. hava tann føroyska støðin ogLa Coruña í Spania sama eykennisbókstav, liggja ikki i sama Navtex øki, og senda í senn. Skip í Navarea I sum hava valt at móttaka støðina D, t.v.s. Tórshavnradio kunnu tí eisini fáa boð frá La Coruña tá tað hoyrist væl. 

 

Umborð á skipum og bátum verður ein Navtex móttakari uppsettur, sum kann lurta á 518 Khz. Hann lurtar tó bert um nøkur støð er vald í móttakaranum, og tí skal brúkarin velja hvørja Navtex støð hann ynskir at fáa boð frá. Boðini vera send á enskum tí skipanin er ein partur av altjóða trygdarskipanini á sjónum, sum fyrr nevnt.Tann føroyska støðin hevur eykennisbókstavin D. Hon stendir á sendistøðini uppi á Varða í Tórshavn ( pos 62° 01' N 6° 48' W), sendir við 1 KW og verður fjarstýrd frá Tórshavnradio á Tinghúsvegi 64. Tað økið sum hon er sett til at taka sær av er føroyska sjóøkið, umframt eystur- og suðurlandi á Íslandi. Sí annars kort yvir økið. Hon sendir kl 0030, 0430, 0830 o.s.fr., 10 min. 4 hvønn tíma.


Veðurmeldingar og ávaringar frá føroysku Navtex støðini eru frá DMI (Danmarks Metrologisk Institut) og siglingarávaringar koma frá Farvandsvæsenet í Danmark, sum hevur ábyrgdina av ávaringum í føroyskum øki. Skipanin kann eisini nýtast til at geva boð um leiting og bjarging, fráboðan um verndarstig í ISPS skipanini, dálking á sjónum, og gevur MRCC Torshavn tá boð um hetta. Møguleiki er eisini at senda boð á føroyskum vit at nýta bókstavin W. Vert er at nevna at skiparin á einum báti ella skipi hevur skyldu at lurta eftir Navtex boðum fyri øki hann siglir í. Brúkarin skal harumframt eisini velja hvørji boð hann ynskir at móttaka, og eru slag av boðum, eins og støðirnar, flokkaði við bókstavum frá A – Z.

  

 Boðini eru flokkað soleiðis:

 

 

Merkir:

A:

Navigational Warnings

Siglingar ávaringar

B:

Metrological Warnings

Vind (>15 m/s) og storm ávaringar

C:

Ice Warnings

Ávaringar um ís

D:

Search and Rescue

Leiting og bjarging

E:

Metrological forcasts

Veðurforsøgnir

F:

Pilot Service Messages

Boð um loðs tænastur

G:

Decca Messages

Boð um Decca skipanina

H:

Loran Messages

Boð um Loran skipanina

I:

Omega Messages

Boð um Omega skipanina

J:

Satnav Messages

Boð um fylgisveina pos. skipanir t.d. GPS

K:

Other Electronic Navaid messages

Aðrar talgildar pos. skipanir

L:

Other warnings

Aðrar ávaringar eitt nú ISPS boð, boð um dálking o.a.

V:

Special services

Serligar tænastur

W:

Special Services

Møgulig boð á øðrum málið, t.d. á føroyskum

X:

Special services

 

Y:

Special services

 

Z:

No messages on hand (QRU)

Eingi boð at senda


Nøkur heilt serlig boð kunnu ikki veljast frá av brúkaranum, og koma altíð inn um nøkur støð er vald á móttakaranum. Tað eru boð av slagnum A, B, D og L. Hesi boð vera mett at hava stóran týdning og skund, og vera tí send uttan atlit til tillutaðu senditíðina hjá støðini og send beinanvegin. Um somu boð av slagnum A, B, L vera send aftur seinni, verða tey ikki prentaði av móttakaranum um so er at hann longu hevur fingið tey, tí hann sær á nummarinum at hann longu hevur móttiki boðini. Boð av slagnum D verða tó altíð prentaði, tí boðini broytast so hvørt sum bjargingarstøðan broytist, og tey hava tí altíð nummarið 00. Hetta nummarið ger at móttakarin altíð prentar tey og gevur alarm tá boðini koma.

 

Niðanfyri er eitt dømi um eini Navtex boð:

 

ZCZC DB26

FAROE ISLANDS

241006UTC APR. 09.

GALE WNG. NO. 297

 

ICELANDRIDGE: S 15 M/S

NNNN

 

Frágreiðing:

ZCZC ( sigur frá at nú er móttakarin liðugt tunaður )

DB26 ( D er navn á føroysku støðini, B er slagið av boðum, í hesum føri ein veður ávaring. )

(Talið 26 sigur at hetta er 26. boð í ein tal røð sum gongur frá 01 – 99. Tá 99 boð eru send verður byrja aftur við 01 )

241006UTC APR. 09. ( Dato og klokka í UTC, umframt mánaði og ár )

GALE WNG. NO. 297 ( Vind ávaring nr. 297, t.v.s. um at vindurin verður 15 m/s ella meira )

ICELANDRIDGE: S 15 M/S ( Ávaringin er fyri Íslandsryggin, Sunnan 15 m/s.)

NNNN ( sigur at nú er liðugt at móttaka boðini )


NAVTEX              (in English)

Tórshavnradio byrjaði at senda NAVTEX boð á heysti í 2006.

Støðin hevur eyðkennisbókstavin "D"  (Delta). 

Sent verður á 518 Khz hesar tíðir: 0030z - 0430z - 0830z - 1230z - 1630z - 2030z

Átrokandi boð, eitt nú um Leiting og Bjarging (SAR) og stormávaringar, verða send beinanvegin.

Eftir nakað av tekniskum trupuleikum blivu reglulig NAVTEX-boð send í 2007

Vind- og stormávaringar kunnu síggjast her

Veðurforsøgnir verða sendar kl. 0030z og 1230z og kunnu síggjast her

Siglingarávaringar kunnu síggjast her



NCR-333.pdf   JRC NCR-333 Brochura kann heintast her





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo