Einki fútabann móti Vikmar

01. Jun 2022

Einki fútabann móti Vikmar ...

les meir

Net umsitari

16. Mar 2022

Net umsitari / Teknikari Vikmar søkir eftir Net umsitara / Teknikara at byrja skjótast møguligt. Arbeiði fevnir um umsiting av fylgisveina internet, netverk hjá kundum, firewall, Fylgisveina terminalar o.a. Førleikar.: Vit vænta at tú hevur hollan kunnleika til lokalnet, firewall og...

les meir

KT mennari

15. Mar 2022

Vikmar søkir eftir KT mennara at byrja skjótast møguligt.

les meir

Jólagávuhugskot til frítíðarsiglaran og útróðrarmannin

20. Des 2021

5 Jólagávuhugskot til frítíðarsiglaran og útróðrarmannin

les meir

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar

 

Vikmar keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar


Vikmar hevur keypt ognarlutin hjá Føroya Tele í Vikmar. Fyritøkurnar koma framhaldandi at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna, og tí fer sølan ikki at ávirka hetta samstarvið.


​Í 2006 keypti Føroya Tele 40% av partabrøvunum í Vikmar, og fyritøkurnar hava síðani samstarvað breitt um at veita produktir og tænastur til sjóvinnuna. Millum annað kunnu nevnast tænasturnar NETtala, Sjónet og nú eisini Arctic Mobile, sum fyritøkurnar í felag hava ment til frama fyri føroysku sjóvinnuna. 

Avtala er gjørd um, at P/F Vikmar keypir ognarlutin hjá Føroya Tele. Samstarvið millum Føroya Tele og Vikmar hevur ikki verið tengt at ognarlutinum hjá Føroya Tele, og partarnir hava í samband við søluna gjørt eina avtalu, ið tryggjar framhaldandi samstarvið. 

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.  Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar, fegnast somuleiðis um, at samstarvið heldur fram.





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo