Vikmar til opið hús

Vikmar 20 ár

19. august bjóðar Vikmar til opið hús, í samband við at tað eru 20 ár síðan felagið byrjaði at veita tænastur til sjóvinnuna.
Umframt góðan mat av grillini, framførir Jens Marni Hansen.
Eisini verður forkunnug framsýning, við Tórarinn N. á Rípuni, frásøgumanni, av gomlum sjáldsomum sjókortum og kortum av Føroyum frá 1700 og fram til seinnu helvt av 1900.
Eisini eru eldri maritimir málningar úr Føroyum, har tann elsti er frá 1845.
Øll eru hjartaliga vælkomin.