SeapiX seminar

 


Innbjóðing
til SeapiX Seminar.


Vikmar ynskir at bjóðar
áhugaðum til seminar í SeapiX


Umboð fyri iXBlue vijtar Vikmar, og í hesum sambandið
verður skipa fyri seminar í SeapiX (multibeam ekkólodd) og SeaXpert (plottari)



SeapiX er eitt tað mest
framkomna multibeam ekkólodd, til fiskiskip, sum er á marknaðinum.


Fyrst SeapiX um okkara
leiðir, var installera umborð á Norðborg í summar, og hevur Norðborg brúkt
SeapiX til makrel fiskaríði í summar við sera góðum royndum, og hevur tað
eisini víst seg at síggja sera gott makrel tá han er spjaddur.


SeapiX er ikki nakað
vanligt multibeam ekkólodd og kann tí ikki rættuliga samanberast við onnur
multibeam ekkólodd.



 


IXBlue kallar hetta
nýggja ekkólodd 3D Sonar, tí við SeapiX ber til at fáa víst / plotta fisk baði
í 2D og 3D.



Botnurin hevur heili
64x64 elementir á 1,6 x 1,6 grad sum kunnu stýrast elektroniskt og harvið geva
eina mynd upp til 120 stig aftur/fram og til síðurnar og við einum upploysningi
uppá heili 4cm.


SeapiX er eisini ein
sera framkomin plottari (SeaXpert) sum hevur allar hentleikar og kann t.d.
eisini knítast til ES60/70 Ekkólodd, vísa Trol í 2D/3D.


ECDIS


Baði
SeapiX og SeaXpert hava júst fyngið ECDIS góðkenning, sum fyrsti fiskarí
plottari og ekkólodd í  heiminum.



Henda ECDIS góðkenning
gevur fantastiskar møguleikar fyri fiskiskip sum hava krav ella ynskja at fáa
sær ECDIS, tí við hesu góðkenning kann brúkarin brúka eina og somu skipan til
navigatión og fiskarí og er tí ikki neyðugt við eyðka ECDIS skipan.



Seminar


Hetta seminar er ætla øllum
sum ynskja at vita meir um SeapiX og SeaXpert.


Seminari byrjar kl 8:30
og varar til uml kl 17


Í seminarinum verður
gjøgnumgongd av skipanina, brúkara funktiónir, møguleikar við multibeam,
framvísning av data frá makrel fiskarí í summar og frá øðrum skipum,
samanbering aðrar skipanir, útbyggingar møguleikar til t.d. ECDIS, Trol,
ES60/70.



Eisini verður komin inn
á nýggjar funktiónir/møguleikar sum eru á veg.


Luttakarnir fáa eisini
møguleika at royna SeapiX við vi verðiligum data.


Seminari verður tann
27/11-2013 og møguliga eisini tann 28/11-2013


Boðast skal frá luttøku
við at senda Email til info@vikmar.fo ella jan@vikmar.fo tilber eisini at boða frá luttøku
við at ringja til Vikmar á 612182.


Tað hevði glett okkum at sæð tykkum ella umboð fyri tykkara skip til hetta seminar.


Vinarliga


Vikmar

Les meir um fiskileitið útgerð her...