Partroling við Marport

Partroling við Marport



Tað kann verða
sera ymiskt hvussu skipini hava samband við sensorar tá partrola verður eftir
makreli, kanska serliga tá tað verður vent.



Vikmar hevur nú
gjørt eina nýggja loystn til Norðaborg og Chrisitian í Gróinum.



Við nýggju loystnini
verða móttakarnir og botn útstýr hjá báðum skipinim kobla saman, so nú kunnu
teir síggja skrift og sensorar frá móttakarinum hjá báðum skipinum samstundis
og á sama skermi!. Hetta gevur m.a. møguleika at samanbera skrift og hava
optimalt samband við allar sensorar samstundis.