HX-40E Berbarur VHF

HX40 er ein lítil og snøggur VHF og við einum stórum og klárum display er hann sera lættur og einfaldur at nýta. Eitt sera einfalt E20 (Easy to Operate System) ger tað lætt at fáa atgongd til allar funktiónir og tí eisini lætt at tillaga sendarin til at passa best til ein sjálvan. Við einum innbygdum FM móttakara, er eisini møguleiki fyri at nýta sendaran sum Radio, samstundis sum ein vanligan VHF. HX40 kemur við einum 3ára garanti mótvegis vatnskaða og kanst tú tí trygt hava álit á at hann riggar tá tú hevur brúk fyri honum.